Ortodoksa kirkjan
Ortodoksa kirkjan er næststørsta kristna kirkjan. Gudstænasturnar hjá teimum eru ikki eins, men hóast tær eru ymiskar, trúgva allar tí, sum Jesus lærdi. Nógv kristin í Eysturevropa, Eysturafrika og Ásia eru ortodoks. Í ortudoksu kirkjunum eru nógvar halgimyndir, sum nevndar verða íkonar.
Í fyrstuni var kristindómurin katólskur, t.e. hann var um allan heim, men í 1054 klovnaði kirkjan. Pávin í Róm og erkibispurin (patriarkurin) í Konstantinopel gjørdust ósamdir um leiðsluna. Úrslitið varð, at kirkjan í Róm og kirkjan eystanfyri tóku sundur. Rómversku katolikkarnir og ortodoksa kirkjan í bæði Grikkalandi og Russlandi hava tó nógv átrúnaðarligt í felag. Tey ortodoksu góðtaka ikki pávans myndugleika.
Etiopiska ortodoksa kirkjan hevur røtur sínar aftur í 4. øld.