Antiokia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Antakya
Antiokia
Kirkja og moska í nútíðar Antakya
Land: Turkaland
Landspartur: Hatay
Vídd: 858.08 km²
Fólkatal: 216.960 (2012)


Staðsetingin av Antiokia í modernaða Turkalandi í dag.
Kirkjuhelli Sankta Pæturs, aramæiskt Knisset Mar Semaan Kefa, eitt helli sum er høgt 13 m inn í Stariusfjallið nærindis Antiokia, er ein av heimsins elstu kirkjum.

Antiokia ella í dag Antakya (grikskt Ἀντιόχεια, arabiskt انطاكية, Anṭākyä frá sýriskum máli: ܐܢܛܝܘܟܝܐ,) er ein býur í Turkalandi og er høvuðssæti í Hatay landslutinum í suður-Turkalandi, nærindis markið til Sýria. Borgarstjóri er Lütfü Savaş.

Antiokia var eisini ein fornur býur sum lá norðaliga í Sýria við ánna Orontes uml. 30 km frá Miðjarðarhavinum. Býurin varð grunnlagdur ár 301 f.Kr. av Selevkos I Nikator, ein av heryvirmonnunum hjá Aleksandur Mikla, í einum vøkrum og fruktargóðum øki, umgyrt norðanvert av høgum fjøllum og sunnanvert av einum slætta. Býurin var høvuðstaður í Selevkidríkinum, og fyri ikki at skilja hann frá øðrum býum av sama navni, varð hann róptur Antiokia Epidaphnes ella Antiokia við Orontes. Nú hevur býðurin mist sín fyrrverandi týdning og eitur Antakya, og liggur í turkiska landslutinum Hatay.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Antiokia var tann vakrasti asiatiski handilsbýðurin við Miðjararhavið og varð prýddur av keisarunum við marglætis bygningsverkum. Men áhaldandi jarðskjálvtar og kríggj førdu við sær, at býurin fell í órøkt. persiski kongurin Khosrau I tók býin og legði hann í oyði í 538. Býurin varð tikin av kaliffi Umar ibn al-Khattab í 637, fríðaður av bysantinarunum í 969 og kom seinni undir seljukkarnar í 1084 og undir krossfararnar í 1098. Býurin gjørdist høvuðstaður hjá normanniska fúrstanum Bohemond I sum grunnlegði fúrstadømið Antiokia, men býurin varð hertikin og lagdur í oyði av muslimunum í 1268. Til endans kom Antiokia undir turkiskt vald í 1516 og hoyrdi í osmanska tíðarskeiðnum til turkiska vilajettið (umsitingarøkið) Aleppo.

Osmanska ríkið fall eftir fyrra veraldarbardaga kom býurin, saman við Sýria, undir franskt løgdømi (jurisdiksjón) frá 1919 og fram til 1938, tá Státurin Hatay varð stovnaður. Men hesin státur vardi bert frá 7. september 1938 til 29. juni 1939, tá ein umstrídd fólkaatkvøða varð hildin um samanlegging við Turkalandi, og síðan varð økið innlimað í Turkaland. Sýria metir tó Hatay at vera sýriskan landslut, og hevur ongantíð góðtikið turkisku yvirtøkuna.

Fyrsti Kristindómurin[rætta | rætta wikitekst]

Antiokia var ein høvuðsdepil hjá teim fyrstu kristnu, og býurin er nevndur í fleiri versum í Ápostlasøguni, Galatabrævinum 2,11 og 2 Timoteusbrævi 3,11. Í býnum búðu nógvir jødar og hagar fór Pætur apostul at boða jødunum evangeliið, og hann er eisini sagdur at hava sett á stovn Patriarkatið í Antiokia. Seinni komu eisini Barnabas og Paulus hagar at prædika. Tey umvendu í Antiokia vórðu tey fyrstu í heiminum ið fingu heiti 'kristin', Áps. 11,26: "Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir".

Nógvar kristnar kirkjur og kleystur vórðu gjøgnum tíðirnar bygd í og kring Antiokia, men tá turkiski herurin tók yvir í 1939 flýddu nærum øll tey kristnu úr býnum, flestu teirra fóru til Sýria. Ortodoksa Patriarkatið í Antiokia hevur nú sæti í Damaskus í Sýria.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið