Bíblian
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bíblian er samlaða savnið av heilagu skriftunum hjá kristnum og jødiskum fólki. Bíblian er býtt í tveir høvuðspartar: Gamla Testamenti (heilaga skrift jødanna) og Nýggja Testamenti, skrivað í 1. øld við ápostlunum sum heimildarmonnum. Nógv kristin fólk trúgva, at Bíblian er Guds orð, hóast ósemja er um hvussu hetta skal skiljast.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Bíblian á føroyskum
[rætta] Schrøter
Fyrsta roynd at umseta Bíbliuna til føroyskt var umsetingin av Evangeliinum eftir Matteus eftir danska prestinum J.H. Schrøter (1771 - 1851). Hendan týðingin kom út í 1823. Schrøter skipaði so fyri at eitt eintak varð prentað til hvørt hús í Føroyum, eini 1500 eintøk. Móttøkan var tó misjøvn og sum heild neilig. Vanliga fólki vildi ikki vita av umsetingini, tí tey vóru von við danskt mál í átrúnaðarligum samanhangi og teir meira lærdu funnust at, í teirra meining vánaliga, málinum, sum Schrøter brúkti. Einki føroyskt skriftmál var tá og Schrøter hevði gjørt sítt egna heldur suðuroyasliga og fonetiska skriftmál. Sum dømi kann vísast á Matteus 24,3-4:
Duvistunar tougu Kolur suinar, men tougu issje Luisi vi seâr. Men teâr vidiu tougu Luisi vi seâr ui Kjærun suinun attureât Kolun taira.
Til samanberingar eru her somu vers í umseting Danielsens:
Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær. Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum.
Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær; men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum.Og síðani í Dahl/Viderøs:
Umsetingin hjá Schrøter er, hóast hon ongantíð varð nýtt, eitt, vegna fonetiska skriftmálið, áhugavert innlit í málssligu støðuna í Føroyum fyrst í 19. øld.
[rætta] Danielsen, Dahl og Viderø
Tað eru tvær fullfíggjaðar føroyskar umsetingar av Bíbliuni, onnur umsett av Victori Danielsen (1894-1961) og hin av Jákupi Dahl (1878-1944) og Kristian Osvaldi Viderø (1906-1991). Umsetingarnar vórðu fullfíggjaðar ávíkavist í 1949 og 1961. Tær verða, í høvðusheitum, brúktar í ávíkavist brøðrasamkomuni og fólkakirkjuni (og hennara undirbólkum, so sum heimamissiónini). Umsetingin hjá Danielsen var ikki úr frummálunum, grikskum og hebraiskum, men úr ymiskum evropeiskum málum (so sum týskum, enskum og teimum norðurlendsku málunum), meðan tann hjá Dahl og Viderø var úr frummálunum. Vanliga verður mett, at umsetingin hjá Danielsen er tann lættara at lesa av báðum umsetingunum. Endaliga arbeiðsbýti ímillum Dahl og Viderø var at Viderø umsetti Sálmarnar, Orðtøkini, Prædikaran, Jobsbók 1-23, Esaias 7,10-15; 9,6-7; 11,1-10; 12; 24,1-9; 40,1-8; 53; 55,6-7; 60,1-6. Dahl umsetti Nýggja Testamentið og annars tað, sum ikki er at finna í listanum hjá umsetingum Viderøs omanfyri.
[rætta] Joensen
Hans Jacob Joensen (1938), fyrrverandi bispur, er í løtuni í fer við at umseta Bíbliuna av nýggjum. Mál hansara er at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan brøðrasamkoman.
[rætta] Bøkurnar í Bíbliuni
Hesi eru heitini av bókunum í Bíbliuni, soleiðis, sum tær eru nevndar í umseting Victor Danielsens.
[rætta] Gamla testamentið
- Fyrsta Mósebók
- Onnur Mósebók
- Triðja Mósebók
- Fjórða Mósebók
- Fimta Mósebók
- Josva (Dahl og Viderø: Josvabók)
- Dómararnir (Dahl og Viderø: Dómarabókin)
- Rutt (Dahl og Viderø: Rutarbók)
- Fyrra Sámuelsbók
- Seinna Sámuelsbók
- Fyrra Kongabók
- Seinna Kongabók
- Fyrra Krønikubók (Dahl og Viderø: Fyrra Krýnikubók)
- Seinna Krønikubók (Dahl og Viderø: Seinna Krýnikubók)
- Ezra
- Nehemias (Dahl og Viderø: Nehemia)
- Ester (Dahl og Viderø: Esterarbók)
- Job (Dahl og Viderø: Jobsbók)
- Sálmarnir
- Orðtøkini (Dahl og Viderø: Orðtök Sálomons)
- Prædikarin
- Hásongurin
- Esaias (Dahl og Viderø: Jesaja)
- Jeremias (Dahl og Viderø: Jeremia)
- Sorgarsongirnir (Dahl og Viderø: Harmljóðini)
- Ezekiel
- Dániel
- Hoseas (Dahl og Viderø: Hósea)
- Jóel
- Amos (Dahl og Viderø: Ámos)
- Obadias (Dahl og Viderø: Óbadia)
- Jónas
- Mika
- Nahum (Dahl og Viderø: Náhum)
- Habakkuk (Dahl og Viderø: Hábakkuk)
- Zefanias (Dahl og Viderø: Sefanja)
- Haggai
- Zakarias (Dahl og Viderø: Zakarja)
- Malakias (Dahl og Viderø: Málaki)
[rætta] Nýggja testamentið
- Evangeliið eftir Matteus
- Evangeliið eftir Markus
- Evangeliið eftir Lukas
- Evangeliið eftir Jóhannes
- Ápostlasøgan
- Bræv Paulusar til samkomuna í Róm
- Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
- Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
- Bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia
- Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus
- Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi
- Bræv Paulusar til samkomuna í Kolosse
- Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
- Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Tessalonika
- Fyrra bræv Paulusar til Timoteus
- Seinna bræv Paulusar til Timoteus
- Bræv Paulusar til Titus
- Bræv Paulusar til Filemon
- Brævið til Hebrearar
- Bræv Jákups
- Fyrra bræv Pæturs
- Seinna bræv Pæturs
- Fyrsta bræv Jóhannesar
- Annað bræv Jóhannesar
- Triðja bræv Jóhannesar
- Bræv Judasar
- Opinbering Jóhannesar
[rætta] Keldur
- Funding, Elsa. Føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir. Setursrit nr. 4, 2007. Fróðskapur, Tórshavn 2007.
- Zachariassen, Zacharias. Bíblian á føroyskum í hálva øld. Leirkerið, Gøta 2000.
[rætta] Slóðir úteftir
- Bíblian á føroyskum í týðing Dahls og Viderø (Det Danske Bibelselskab, 1961 og seinni)
- Bíblian á føroyskum í týðing Victor Danielsens (Hin føroyski Bíbliugrunnurin, 1949 og seinni)

