Hebreararbrævið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Brævið til Hebrearar.

Hebrearabrævið er einasta brævið í N.T., ið slættis ikki hevur upplýsingar um høvundin. Í sambandi við kanónavmarkingarnar, so var Hebrearabrævið leingi uppi í teimum brøvunum, ið nógv varð kjakast um, júst tí at menn vístu ikki, hvør høvundur hevði skrivað tað. So við og við vann tann hugsan tó fram, sum kirkjan eystan fyri leingi hevði hildið, at Paulus var maðurin, ið skrivað hevði Hebrearabrævið. Mangur hevur tó ivast um hetta. Hóast líkskapur er ímillum Paulusar brøv og Hebrearabrævið, so tykist tó munur at vera. Víst verður tá til, at Paulus ongantíð kom fram sum hin ónevndi, og at mál og stílur líkjast frá Hebrearabrævinum, eisini at í frálæru hansara skorta fleiri av teimum táttum, ið eru í Hebrearabrævinum o.a. Er tað tá ikki Paulus, ið skrivað hevur Hebrearabrævið, hvør man tá hava skrivað? Longu í fornkirkjuni talaðu menn um, at Barnabas var høvundurin. Hann var hjálparmaður Paulusar og kunnigur í hugsan og læru Paulusar, og okkurt man vera í Hebrearabrævinum eftir Paulus. Her hevur Barnabas kanska verið millumgongurnaður. Og so var hann levitur, og man hava havt stóran áhuga fyri offurtænastuni í G.T., sum Hebrearabrævið ber vitnisburð um. Umframt hevði hann náðigávuna at áminna, sum nógv er virksom í Hebrearabrævinum.

Men aðrar hugsanir eru eisini. Martin Luther helt til dømis, at Ápollus hevði skrivað Hebrearabrævið. Ápollus hevði eisini góðan kunnleika um Paulus. Í Áps. 18,24 verður hann nevndur sum a) jødi, b) úr Aleksandria, har Septuaginta varð til (og tað er júst Septuaginta, ið tikið verður burtur úr í Hebrearabrævinum) og c) hollan kunnleika viðvíkjandi skriftunum. Alt hetta hóskar væl um høvundin, sum skrivað hevur Hebrearabrævið. Hann má hava verið jødi og væl kendur við Septuaginta og eisini havt kunnleika um og innlit í G.T.. Eisini aðrir av hjálparmonnum Paulusar hava verið skotnir upp sum høvundar: Lukas, Silas, Akvila og Priskilla o.s.fr. Vit kunnu neyvan koma longri enn til tað úrslit, a) at Paulus sjálvur hevur skrivað Hebrearabrævið, men b) helst vorðið skrivað í einum Paulusarfylgi. Eru vit ikki nøgd við hetta tunnliga úrslit, kunnu vit ugga okkum við, at Origenes, kirkjufaðir, í 3. øld eftir gjølliga kanning varð noyddur at viðganga: "Hvør ið skrivað hevur Hebreararbrævið - tað veit bara Gud" [1].

Hebrearabrævið má verða vorðið til fyri ár 96, tí tá verður tikið upp eftir tí í 1. Klæmintsbrævi. Summi halda, at tað kanska er skrivað fyri ár 70, tá ið Jerúsalem varð oyddur, og templið lagt í oyði. Tað tykist, at templið enn var brúkt, tá ið brævíð varð skrivað (samb. 8,4; 9,8-9.25; 10,1-3; 13,10). Tað er tó eisini møguligt, at rithøvundurin ber fram próvgrundir sínar eftir, hvussu tempultænastan í G.T. er lýst, og hevur hann ikki fyrilit fyri støðuni, sum hon er í løtuni. Óivað er brævið skrivað onkuntíð í SO-árunurn.

Tað er støðan hjá hebreum, ið er tann veruliga atvoldin til, at brævið varð skrivað. Vit fáa at vita, at tey hava tikið við trúgv, eftir at evangeliið í fyrstuni varð boðað, og at tey hava fingið fastan andligan grundvøll at standa á, eisini at tey vóru fús at tola líðingar fyri gleðiboðskapin. Mangt bendir tó á, at tey vóru um at falla í fátt.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.daveblackonline.com/origen_on_the_authorship_of_hebr.htm
Bøkurnar í Bíbliuni
Gamla Testamenti Nýggja Testamenti

Tær søguligu: Fyrsta Mósebók | Onnur Mósebók | Triðja Mósebók | Fjórða Mósebók | Fimta Mósebók | Jósvabók | Dómarabókin | Rutarbók | Fyrra Sámuelsbók | Seinna Sámuelsbók | Fyrra Kongabók | Seinna Kongabók | Fyrra Krønikubók | Seinna Krønikubók | Ezrabók | Nehemiabók | Esterarbók
Tær profetisku: Jesajabók | Jeremiabók | Harmljóðini | Ezekiel | Dánjal | Hósea | Jóel | Ámos | Óbadia | Jónas | Mika | Náhum | Hábakkuk | Sefanja | Haggai | Zakarja | Málaki
Tær skaldsligu: Jobsbók | Sálmarnir | Orðtøk Sálomons | Prædikarin | Hásongurin

Tær søguligu:  Evangeliið eftir Matteus | Evangeliið eftir Markus | Evangeliið eftir Lukas | Evangeliið eftir Jóhannes | Ápostlasøgan
Brøvini:  Rómverjabrævið | 1. Korintbræv | 2. Korintbræv | Galatabrævið | Efesusbrævið | Filippibrævið | Kolossabrævið | 1. Tessalónikabræv | 2. Tessalónikabræv | 1. Timoteusarbræv | 2. Timoteusarbræv | Titusbrævið | Filemonsbrævið | Hebreararbrævið | Jákupsbrævið | 1. Pætursbræv | 2. Pætursbræv | 1. Jóhannesarbræv | 2. Jóhannesarbræv | 3. Jóhannesarbræv | Judasarbrævið
Profetiska:  Opinbering Jóhannesar