Jerúsalem
| Flagg | Skjøldur |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Borgarstjóri: | Nir Barkat |
| Vídd: | 125.156 km2 |
| Íbúgvar (2007): | 747.600 |
| Íbúgvatættleiki: | 5.768/km2 |
| Netsíða: | Jerusalem.muni.il |
Jerúsalem (hebreiskt: יְרוּשָׁלַיִם ella Yerushaláyim, arábiskt: القُدس ella al-Quds) í Ísrael er heilagur býur hjá jødum, kristnum og muslimum. Innan fyri gamla býarmúrin er mesti halgidómur jødanna - Grátimúrurin, sum er tað einasta, ið er eftir av templi Sálamons. [tørvar keldu] Tætt við Grátimúrin er Tempulfjallið, haðan islamski profeturin Muhammed fór til himmals. Heilagasti staðurin hjá teimum kristnu er kirkjan á heilagu grøvini, har Jesus varð gravsettur, og haðan hann reis upp frá deyðum. [tørvar keldu] Tað var í Jerúsalem, at Jesus var krossfestur, og har doyði hann á Golgataheygnum, og tað var í Jerúsalem, at tann kristna kirkjan var stovnað fyrsta hvítusunnudag. [tørvar keldu] Tað hevur tí staðist stríð um, antin jødar einsamallir skulu ognast henda bý, og fleiri mæla til, at hann kemur at vera ein altjóða býur. [tørvar keldu]
-
Damaskusportrið í Jerúsalem.