Sálomonstemplið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jerusalem Ugglan 1.jpg
Christian-van-adrichom JERVSALEM-et-suburbia-eius detail-solomon-temple 1-1497x1000.jpg
SolomonsTemple.png
Solomon'sTempleEast.png

Sálomonstemplið (hebraiskt: בית המקדש) (umleið 957 f. Kr.) var sambært Bíbliuni hitt fyrsta templið hjá Ísraels fólki í Jerúsalem. Tað var ein miðdepil fyri gudsdyrkan og offurtænastu jødanna og uttan iva eisini eitt av heimsins undrum. Fyri ein persón, sum játtar seg til hina kristnu trúnna, hevur templið eisini ein sera týdningarmiklan leiklut. Frá Tjaldtemplinum hjá ísraels fólki á teirra oyðimarkarferð, til Jerúsalem - hitt lovaða landið, og víðari til kristindómin sum heild, hevur templið ein sentralan leiklut fyri trúarsamleikan hjá bæði jødum og kristnum.

Harrans hús[rætta | rætta wikitekst]

Sambært bíbilsku keldunum er arkitekturin til templið sjálvur Gud. Templið verður eisini kallað Harrans hús í 2 Krýn. 3,1 nevniliga av teirri orsøk, at hann í grundini sjálvur hevur sagt, hvussu tað skal byggjast. Hetta sær man, tá ið man lesur um fyrimyndina til Sálomonstemplið, nevniliga Tjaldtemplið hjá jødunum (uml. 1437 f. kr.). Hesa fyrimyndina kann man lesa um í 2. Mós. 26. Har lesur man nevniliga um, hvussu Gud nágreiniliga gevur Móses boð um, hvussu hann skal gera Tjaldtemplið. Henda fyrimyndin kann sporðast heili 480 ár aftur í tíðina undan bygnaðin av templinum í Jerúsalem.

Søgan hjá Sálomonstemplinum[rætta | rætta wikitekst]

Eitt av hinum fyrsta, sum Dávid kongur í Ísrael gjørdi, var at hertaka Jerúsalem og gera tað til høvðusstaðin í sínum kongadømi (uml. 1004 f. Kr.). Hann valdi Jerúsalem, tí at tað var har, ið Ábraham skuldi offra Ísak, og tí skuldi templið eisini verða bygt har. Í dag stendur halgidómurin hjá muslimunum (Dome of the Rock) á staðinum, sum Sálomonstemplið einaferð stó.

Templið var eitt stað til offurtænastu. Har skuldu prestarnir offra syndaoffur fyri fólkið. Í grundini var tað eitt stað, har sjálvur Gud skuldi búgva. Hetta er eisini orsøkin til at Dávid flutti sáttmálaørkina til Jerúsalem. Viðvíkjandi sáttmálaørkini hevði Gud sagt við Móses: ”Har skal eg koma á fund við teg” (2. Mós. 25,22). Ørkin var altso ímyndin av Guds nærveru fyri alt Ísraels fólk. Og tá ið Dávid kongur flytur ørkina til Jerúsalem, merkir hetta eisini at hann ynskir, at Jerúsalem skal verða Guds bústaður.

Dávid kongur ætlaði sær sjálvur at fara undir at byggja templið í Jerúsalem, men hetta var ikki ætlanin hjá Gudi tó. Sambært Bíbliuni vildi Gud, at sonurin hjá Dávid skuldi byggja templið. Í 1. Krýn. 28,2-6 sigur Dávid: ”Hoyrið meg, brøður mínir og fólk mítt! Eg hevði í hyggju at byggja hvíldarstað fyri sáttmálaørk Harrans og fyri fótskør Guðs várs og búðist at byggja. Men Guð segði við meg: Tú skalt ikki reisa navni mínum hús, tí at tú ert bardagamaður og hevur úthelt blóð. Men Harrin, Ísraels Guð, útvaldi kortini meg av allari faðirætt míni til ævinliga at vera kongur yvir Ísrael; tí at Júda útvaldi hann til at vera tjóðhøvdinga og av Júda faðirætt mína, men av øllum sonum faðirs míns vildi hann, at eg skuldi verða kongur yvir øllum Ísrael. Og av øllum sonum mínum – tí at Harrin hevur givið mær nógvar synir – útvaldi hann Sálomon, son mín, til at sita í kongsstóli Harrans og valda Ísrael. Og hann segði við meg: Sonur tín Sálomon er tann, sum byggja skal hús mítt...”.

Dávid ætlaði sær altso at byggja templið, men fekk ikki lov til tað kortini. Hetta er eisini orsøkin til, at Dávid síðani handar Sálomon fyrimyndina til templið – henda fyrimyndin, sum Móses fekk 480 ár undan, tá ið Guds segði við hann: ”Í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær” (2. Mós. 25,9). Sálomon varð korin til at fullføra verkið.

Sálomon brúkti hini 4 fyrstu árini sum kongur til at leggja ymiskt aftrat fyrireikingunum, sum pápi hansara hevði gjørt til templið. Eisini brúkti hann hesa tíðina til at útvega hundrað túsund talentir av gulli og eina millión talentir av silvuri og so nógv av kopari og jarni, at tað ikki kundi vigast, eisini bjálkar og steinar fekk hann til vegar (1. Krýn 22,14). Nú var klárt at fara í gongd og tók tað honum 7 ár at byggja templið liðugt út í odd og egg. Men syrgiligt nokk kom Sálomonstemplið ikki at standa longri enn 430 ár.

Í 587 f. Kr. oyðilegði Nebukadnesar kongur templið í Jerúsalem og førdi Ísraels fólk í útlegd í Babylon inntil uml. 530 f. Kr. Síðani varð eitt annað tempul bygt uppaftur av Zerubbabel, men hetta templið var als ikki líka flott sum Sálomonstemplið. Templið hjá Zerubbabel fekk ein enda, tá ið Herodianska templið varð bygt í tess stað í árunum 30-64 e. Kr. Tað kom tó ikki til at standa so leingi. Í ár 70 varð Herodianska templið brent niður, tá ið Titus hersetti Jerúsalem.

Innrætting og tilfar[rætta | rætta wikitekst]

Støddina av templinum kann man lesa um í 1. Kong. 6,2-3: ”Templið, sum Sálomon kongur bygdi Harranum, var seksti alnir langt, tjúgu alnir breitt og tríati alnir høgt. Og forsalurin fyri framman templið var tjúgu alnir langur á borði við breiddina á templinum og tíggju alnir breiður fram úr templinum”.

Sambært granskarum er longdin og breiddin á Sálomonstemplinum akkurát dupult so stór sum longdini og breiddini av Tjaldtemplinum. Hetta komst av at Ísrael var vaksið munandi síðani Tjaldtemplið var tikið í brúk 480 ár undan, men bæði templini tæntu hinum sama formálinum, nevniliga sum ein bústaður hjá Harranum og eitt stað til gudstænastu og offurtænastu fyri fólkið.

Sálomonstemplið hevði 3 rúm: Forhøll, hitt heilagsta og hitt allar heilagsta og sikkurt eisini ein forgarð. Tilfarið, sum varð brúkt til templið er eisini nágreiniliga dokumenterað í 1. Kong. 6. Og vil eg her koma við nøkrum dømum hesum viðvíkjandi.

  • Tempulvegginir innan vóru av sedrisviði (v15).
  • Gólvið varð lagt við syprisborðum (v15).
  • Alt templið var lagt við gulli (v22).
  • Innhúsið/hitt allar heilagasta legði Sálomon við dýrum gulli. Sáttmálaørkina, sum stóð her, gjørdi Sálomon tó einki við. Hon varð verðandi tann sama, sum hon hevði verið, síðani Móses gjørdi hana undir Guds leiðslu.
  • Sálomon gjørdi eisini 2 kerúbar í innhúsinum. Hesir vóru 10 alnir høgir og úr oljuviði. Hesir kerúbarnar lat Sálomon gera, tí at innhúsið í hesum nýggja templinum var nógv størri enn tað, sum var í Tjaldtemplinum, og tí hevur tað virkað sum um, at ørkin er forsvunnin í hinum stóra rúminum. Tí lat hann hesar stóru kerúbarnar gera aftrat, fyri at undirstrika nærveruna av sáttmálaørkini.

Hin himmalski halgidómurin[rætta | rætta wikitekst]

Sjálvt um templið ikki stendur í dag, so hevur tað tó ein bílætligan týdning í og við tí at Jesus, sambært hini kristnu læruni, bæði er høvðusprestur og offur. Og soleiðis er hann í hinum kristna samanhanginum hin sanna uppfyllingin av formálinum við tempultænastuni. Hetta er eisini tað, sum sipað verður til, tá ið rithøvundurin til Hebrearabrævið sigur, at Jesus gekk inn um forhangið sum ein fyrirennari fyri okkum (Hebr. 6,20). Forhangið var jú tað, sum skrædnaði í templinum, beint áðrenn Jesus andaði út á krossinum. Hetta forhangið var ímillum hitt heilagsta og hitt allar heilagsta. Sáttmálaørkin stóð inni í hinum allar heilagsta og tað var har, ið Guds nærvera var. Hin jødiski høvðuspresturin fór inn í hitt allar heilagsta einaferð um árið á Yom Kippur við offurblóðinum, fyri at gera fólkið sátt við Gud. Annars var atgongd strangliga bannað.

Týdningurin av hesum er altso fyri hin kristna, at Jesus sum høvðusprestur og offurlamb, við síni tænastu og sínum blóði, nú hevur opnað vegin inn um forhangið til Guds nærveru. Hann er so at siga farin inn í hitt størra og fullkomnari templið – tað templið, sum bæði Tjaldtemplið og Sálomonstemplið vóru avmyndir av, nevniliga Himmalin.

Templið er fyrst og fremst ein andligur bygningur. Tað er eitt stað til Guds nærveru og gudstænastu. Og tá ið man hyggur at bygninginum við kristologiskum brillum, sær man, at templið er og altíð hevur verið ein avmynd av hinum himmalska halgidóminum, har Jesus sjálvur er ævigur prestur og ævigt galdandi offur. Hini tímiligu templini peika altso á hin sanna og æviga halgidómin, nevniliga Himmalin. ”Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guðs fyri okkara skuld” (Hebr. 9,24).