Sálomon

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Piero della Francesca- Legend of the True Cross - the Queen of Sheba Meeting with Solomon; detail.JPG

Sálomon var kongur Ísraels árini 961-922 f. Kr.. Í Gamla Testamenti var Sálomon kongur í Ísrael, sonur Dávid kong og Batsebu, gitin fyri vísdóm, ríkidømi og veldi (1 Kong 1-11; 2 Krýn 1-9); hann bygdi fyrsta templið í Jerúsalem, hagar hann læt sáttmálaørkina flyta (1 Kong 6:1-8:11; 2 Krýn 3-5); hann hevur verið hildin at hava skrivað tríggjar av bókunum í Gamla Testamenti: Orðatøk Sálomons, Prædikaran og Hásongin.

Nám Sálomon kongs eru kend úr Bíbliuni og eisini øðrum bókmentum og filmi. Kendasta bókin um leitanina eftir mámunun man vera "King Solomon's Mines", sum sir H. Rider Haggard skrivaði í 1887. Henda bók er grundarlag fyri gomlum filmi við sama heiti.

[rætta] Navnið

Av hebraiskum Shelomoh, avleiðsla av navnorðinum shalom (føroyskt: friður), um grikska sniðið Solomōn (Σολομών).

[rætta] Sálomons tempul

Sálomon bygdi fyrsta jødatemplið í høvuðsstaðnum, Jerúsalem. Halgidómurin var 50 m langur og 30 m breiður. Sáttmálaørkin, sum var halgiskrin úr træ, stóð í halgidóminum. Í ørkini lógu tey tíggju boðini Gud gav Mósesi. 587 e. Kr. tóku bábylonar Jerúsalem og settu eld á templið.

Skoðanir