Ábraham

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ábraham vil ofra son sín Ísak til Gud, málningur av Rembrandt, 1635.

Ábraham ella Abraham (hebraiskt אַבְרָהָם, Aḇrāhām), føðinavn Abram, er ein týðandi persónur úr Gamla Testamenti úr Bíbliuni, sum sær hann sum elsta ættfaðirin til tað ísraelska fólkið. Søgan um Ábraham stendur skrivað í 1. Mósebók, kap. 12-25, har hann saman við soni sínum Ísak og Jákup hoyrir til patriarkarnar, sum gjørdust ættfedrar til Ísraels 12 ættarbólkar. Ábraham er ein týðandi profetur hjá teimum kristnu, hjá jødunum og hjá muslimum. Í Islam er hann viðurkendur sum profetur, patriarkur og boðberi undir navninum Ibrahim.

Abraham var ein eftirkomari av soni Nóah Sem.[1][2] Kristin og muslimar trúgva, at Jesus var ein eftirkomari av Ábraham, og harumframt trúgva muslimar, at Muhammed var ein efterkomari gjøgnum Ismail.[3]

Tað er ein vaksandi konsensus millum bíbliugranskarar, at frágreiðingin í Fyrstu Mósebók um Ábraham hevur sín uppruna frá 500- og 400-talinum á.Kr.[4]

Upphav[rætta | rætta wikitekst]

Ábraham var sonur Tarah og eftirkomari av soni Nóa Sem. Upprunaliga navn hansara var Abram, men hann varð seinni kendur sum Ábraham. Hann var giftur við hálvsystir sínari Sarai, seinni kend sum Sára (Sara). Hann hevði tveir brøður, sum kallaðust Nakor og Haran. Síðstnevndi doyði tíðliga og er faðir Lot.

Eftir at Sara var deyð, fekk hann seks synir við hjákonuni Ketura: Simran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjuah. Ábraham verður mettur at vera ættfaðir bæði hjá ísraelittum, ísmaelittum, edomittum og midianittum.

Ábraham andaðist 175 ára gamal, og varð grivin í Makpela-holuni sum sambært Bíbliuni skal liggja í býnum Hebron við Vestara Áarbakka. Hetta er ein av orsøkunum til, at jødarnir ynskja at hava atgongd til býin.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Nettbibelen: Første Mosebok 11:10-32 & 14:13
  2. Wilson, M. (1989): Our Father Abraham: Jewish roots of the Christian Faith ISBN 0802804233, ISBN 9780802804235, ss. 3, 4
  3. «About Islam», i: BibleInfo.com
  4. Blenkinsopp, Joseph (2009): Judaism, the First Phase: The Place of Ezra and Nehemiah in the Origins of Judaism, Wm. B. Eerdmans Publishing Company, s. 39