Martin Luther

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Martin Luther

Martin Luther (10. november 1483 - 18. februar 1546) var ein týskur kristin munkur, gudfrøðingur og reformatorur. Hann var ein av teimum fyrstu protestantunum. Luther setti spurning við valdið og myndugleikan hjá pávanum við at leggja dent á Bíbliuna sum einastu galdandi keldu til andaligan myndugleika og á prestaskapin hjá øllum doyptum kristnum fólki. Sambært Luther fekst frelsa einans við trúgv á Jesus, ein trúgv, ið kirkjan onki ræði hevði yvir. protestantiska trúbótin kom við hesum lærum og broyttu søgugongdina í vesturheiminum.

Universität Wittenberg

Luther bleiv føddur í Eisleben, Týskland, í 1483. Sum barn gekk hann í latínskúla, og í 1501 fór hann á universitet í Erfurt. Hann fekk aldrin gjørt sítt jurastudium liðugt orsakað av einum skakandi upplivilsi, sum gjørdi, at hann legði lív sítt um.

Á eini ferð kom Luther í vanda av toruni, og hann gav eitt lyfti til Gud um, at hann vildi blíva munkur, um hann yvirlivdi hetta, og tí fór hann í 1505 av universitetinum fyri at blíva munkur.

Gerðir Luthers vóru tó langt frá lidnar, tá hann var í klostri í Erfurt. Eftir fá ár fór hann undir sítt prestastudium.

Tað er tætt samband ímillum persónliga lív Luthers og menningina í hansara andaligu tankum. Ta fyrstu tíðina sum munkur helt Luther, at fólk sjálv skuldu gera seg uppiborin til frelsuna.

Frelsan kom, tá hann fekk heilt nýggjar tankar um, hvat kristindómurin var. Hann meinti, at trúgvin á Gud var tað, sum gav frælsi, og at gerningar vóru avgerandi. Luther segði einaferð: "Guð hevur ikki brúk fyri tínum góðu gerningum, men tað hevur tann fátæki næsti tín."

Føroyskar útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Tomus secundus omnium operum, 1562
  • Lítla katekismus (1922) - Jákup Dahl, próstur, týddi.
  • Stóra katekismus (1985) - Peter Martin Rasmussen, prestur, týddi.
  • Frælsi teirra kristnu (2007) - David Johannesen, prestur, týddi.
  • Kirkjan í bábilskum fangilsi (2014) - David Johannesen, prestur, týddi.
  • Til dagin og vegin. Tankar um trúnna (2018) - David Johannesen, prestur, týddi.
  • Sannleikans orð. Fortalur til Halgubók (2019) - David Johannesen, prestur, týddi.
  • Bøn og bót (2023) - David Johannesen, prestur, týddi.

Føroyskar bøkur um Luther og gudfrøði hansara[rætta | rætta wikitekst]

  • C.F. Balslev: Luthers katekismus (1955, 1961 og 1979) - J.Joensen, próstur, týddi.
  • Jóhannes Andrias Næs: Martin Luther (1970).
  • David Johannesen: Martin Luther, søga og gudfrøði (2006).
  • Svend Lerfeldt: Lutherbókin (2015) - David Johannesen, prestur, týddi.

Uttanhýsis slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Danskar síður:

Síður á øðrum málum:


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið