Most favoured nation-reglan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Endamálið við MFN-meginregluni (stytting fyri Most favoured nation, á føroyskum lond við størstum fyrimunum) er, at handil millum lond skal byggja á javnar kappingartreytir. Kjarnin í MFN-meginregluni er, at allar sømdir, eitt land veitir einum øðrum WTO-limalandi, skulu samstundis galda fyri hini WTO-limalondini. Fyri okkum merkir hetta, at eitt WTO limaland kann ongantíð veita Føroyum verri handilstreytir, enn tað veitir øðrum WTO-limalandi
. Øll lond skulu hava somu treytir fyri marknaðaratgongd, sum tað landið, ið hevur bestu treytirnar. Undantøkini eru fríhandilsøki og tollsamgongur. Í slíkum førum kundu handilsforðingar millum luttakandi londini takast burtur, men varðveitast mótvegis restini av heiminum. Harumframt kundu menningarlond fáa serligar sømdir. Tey kundu eitt nú nýta handilsforðingar í størri mun enn ídnaðarlondini.

Kortini eru nøkur frávik í MFN-meginregluni. Eitt nú kunnu lond gera sínámillum fríhandilssáttmála fyri vørur, og harvið taka framum vørur frá øðrum londum. Eitt ítøkiligt dømi er okkara kappingarstøða við eitt land sum Turkaland. Sama um Turkaland er limur í WTO, eru føroyskar fyritøkur, sum vilja útflyta fiskavørur til Turkalands, noyddar at rinda hægri toll enn teirra kappingarneytar úr Noregi og Íslandi. Mismunurin letur seg gera, tí bæði Ísland og Noreg, gjøgnum sín EFTA-limaskap, hava ein fríhandilssáttmála við Turkaland.