Reykjavík
|
||
| Land | ||
| Postnummar | 101-155 | |
| Valdømi | Reykjavíkurvaldømi norður og Reykjavíkurvaldømi suður |
|
| Sýsla | Gullbringusýsla | |
| Vídd | 274 km² | |
| Íbúgvar (2008) | 120.165 | |
| Borgarstjóri | Jón Gnarr | |
| Heimasíða | www.rvk.is Íslendskt | |
Reykjavík er høvuðsstaður í lýðveldinum Ísland. Reykjavík hevur umleið 120 000 íbúgvar og er størsti býur í Íslandi. Stóra Reykjavíkar økið hevur umleið 202 000 íbúgvar. Borgarstjóri er Hanna B. Kristjánsdóttir. Tað sigst, at Reykjavík er heimsins reinasti høvuðsstaður.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Ingólfur Arnarson, sum kom frá Noregi, var fyrsti landnámsmaður Íslands og tók land í Íslandi árið 874. Hann kom við konu sínari, Hallveig Fróðadóttur, syni sínum Þorsteini, og tveimum trælum sínum, sum itu Vífill og Karl. Vífill varpaði öndvegissúlurnar frá bátinum, tá hann Ingólfur sá landið. Vífill var nú frælsur fyri at gera hetta, og Ingólfur sendi hann á Vífilsstaðir, sum er nú øðrumegin við bygdina Garðabær. Søgan er, at Ingólfur sá royk á víkini, sum hann var komin í, og hann kallaði tí víkina „Reykjavík“ (Roykja + vík), har sum býurin stendur nú.
Tað er ikki nógv upplýsingar um Reykjavík á miðøldum. Nógvir tekstir um Reykjavík vísa bara, at Reykjavík var ein bóndagarður. Í 18. øld, hevði Danmark hug at gera Reykjavík til ein stóran bý. Árið 1752, gav kongurin Danmarks landsóðal Reykjavík til Innréttingarnar. Formaður fyri Innréttingarnar var Skúli Magnússon. Umleið ár 1750 vóru hús og íbúðapartar gjørdir til verksmiðjur fyri ull. Ullverksmiðja var størsta verksmíðja í Reykjavík, og orsøk fyri Reykjavík at standa.
Árið 1786, steðgaði Danmark einkarætt í Reykjavík og Íslandi. Reykjavík var nú kaupstaður, og í 1786 er føðingardagurin hjá Reykjavík. Men Reykjavík var enn undir tí danska kongaríkinum. Nógv fólk frá Danmark komu og høvdu verkevnir í Íslandi. Men á 19. øldum, vóru tá hugsanir um nationalisme frá íslendingum. Síðan Reykjavík var bara bygd í landinu, hugsan av nationalisme var at vaksa í Reykjavík. Árið 1845, íslendingar í Reykjavík endurstovnaðu Alþingi (Løgting av Íslandi) sum var gamalt løgting í Íslandi í 930. Hetta „Alþingi“ var stovnuð í Þingvellir fyrst, men í 1845 tað var í Reykjavík. Hví Alþingið var stovnuð í Reykjavík, í 1845 hetta var høvuðsstaðurin í Íslandi.
Alþingið ella hitt íslendska løgtingið frá 1845 til 1874 hevði ikki løgstarv. Men í 1874 fekk Ísland stýrslagið og ið kom með løgstarv. Tann 1. desember 1918, Ísland var sjálvsálit land, men enn undir tí danska kongaríkinum. Hetta land hæt Kongaríkin Íslands.
| 1801 | 600 |
|---|---|
| 1860 | 1.450 |
| 1901 | 6.321 |
| 1910 | 11.449 |
| 1920 | 17.450 |
| 1930 | 28.052 |
| 1940 | 38.308 |
| 1950 | 55.980 |
| 1960 | 72.407 |
| 1970 | 81.693 |
| 1980 | 83.766 |
| 1985 | 89.868 |
| 1990 | 97.569 |
| 1995 | 104.258 |
| 2000 | 110.852 |
| 2005 | 114.800 |
| 2006 | 115.420 |
| 2007 | 117.721 |
| 2008 | 120.000 |
Tað var heimskreppa í Reykjavík frá 1920 til 1930. Tað var stórt arbeiðsloysi. Hin 10. mai 1940, meðan Danmark var hersett av Týsklandi, kom seinni heimsbardagi til Íslands. Tað vóru 4 bretskir bátar sum komu til Reykjavíkar Havn. Eingin royndi at steðga tí í Reykjavík. Bretland og Amerika gjørdu Keflavík flogvøllin og Reykjavík flogvøllin. Ísland vildi ikki luttaka í heimsbardaganum, og tí var landið og er enn í dag uttanveltað. Tað var eingin mótstøða í Reykjavík. Tað búðu líka nógvir bretskir og amerikanskir hermenn í Reykjavík undir Seinna Heimsbardaga, sum tað búðu íslendingar. Í 1944 gjørdist Ísland lýðveldi. Forseti Íslands fekk bústað tætt við Reykjavík, í bygdini Álftanes.
[rætta] Landafrøði
[rætta] Veðurlag
| Mánaður | Jan | Feb | Mar | Apr | May | Jun | Jul | Aug | Sep | Okt | Nov | Des | Ár |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Høg stig | 2°C (36°F) | 2.5°C (37°F) | 4°C (39°F) | 6°C (43°F) | 10°C (50°F) | 12°C (54°F) | 14°C (57°F) | 14°C (57°F) | 11°C (52°F) | 7°C (45°F) | 4°C (45°F) | 2°C (36°F) | 7.4°C (45°F) |
| Lág stig | -2°C (28°F) | -2°C (28°F) | -1°C (30°F) | 1°C (34°F) | 4°C (39°F) | 7°C (45°F) | 9°C (48°F) | 8°C (46°F) | 6°C (43°F) | 3°C (37°F) | 0°C (32°F) | -1°C (30°F) | 2.7°C (36.9°F) |
| Regn | 89mm (3.5") | 64mm (2.5") | 62mm (2.4") | 56mm (2.2") | 42mm (1.7") | 42mm (1.7") | 50mm (2.0") | 56mm (2.2") | 67mm (2.6") | 94mm (3.7") | 78mm (3.1") | 79mm (3.1") | 779mm (30.7") |
[rætta] Búskapur
[rætta] Mentan
Hallgrímskirkja er størsta kirkja í Reykjavík og í Íslandi, og er 74,5 metrar høg. Perlan liggur á heyggi nærindis, har tað er lætt at síggja allan býin Reykjavík. Tað eru eisini nógv listasøvn í Reykjavík. Um náttina eru tað nógv fólk sum "djamma" í miðbýnum Reykjavík, ella 101 Reykjavík.
[rætta] Ítróttur
- Fylkir
- Fram
- Knattspyrnufélag Reykjavíkur (K.R.)
- Íþróttafélag fatlaðra í Reykjavík — for disabled people
- Íþróttafélag Reykjavíkur (Í.R.)
- Skautafélag Reykjavíkur
- Skotfélag Reykjavíkur
- Skylmingafélag Reykjavíkur
- Tennis- og badmintonfélag Reykjavíkur
- Ungmennafélagið Fjölnir
- Knattspyrnufélagið Valur (Valur)
- Víkingur
- Þróttur
[rætta] Kend fólk úr Reykjavík
- Arnaldur Indriðason
- Baltasar Kormákur
- Björgólfur Guðmundsson
- Björgólfur Thor Björgólfsson
- Björk
- Daníel Ágúst Haraldsson
- Eggert Magnússon
- Eiður Smári Guðjohnsen
- Emilíana Torrini
- Friðrik Þór Friðriksson
- Ghostigital
- Gus Gus
- Hafdis Huld
- Halldór Kiljan Laxness
- Jón Páll Sigmarsson
- Kári Stefánsson
- Magnús Scheving
- Magnús Ver Magnússon
- Mínus
- Múm
- Quarashi
- Sigur Rós
- Sigurjón Sighvatsson
- Silvia Night
- Sjón
- Trabant
[rætta] Vinabýir
Tórshavn, Føroyar
Helsinki, Finland
Keypmannahavn, Danmark
Kingston upon Hull, Stóra Bretland
Nuuk, Grønland
Oslo, Noreg
Seattle, Sambandsríki Amerika
St. Petersburg, Russland
Stokkhólm, Svøríki
Vilnius, Litava
Winnipeg, Kanada
Kaupstaður
Akranes | Akureyri | Bolungarvík | Dalvík | Eskifjörður | Garðabær | Grindavík | Grundarfjörður | Hafnarfjörður | Húsavík | Ísafjörður | Keflavík | Kópavogur | Neskaupstaður | Njarðvík | Ólafsfjörður | Ólafsvík | Reykjavík | Sauðárkrókur | Selfoss | Seltjarnarnes | Seyðisfjörður | Siglufjörður | Vestmannaeyjar
Norðvesturvaldømi
Akraneskaupstaður | Hvalfjarðarsveit | Skorradalshreppur | Borgarbyggð | Eyja- og Miklaholtshreppur | Snæfellsbær | Grundarfjarðarbær | Helgafellssveit | Stykkishólmsbær | Dalabyggð | Reykhólahreppur | Vesturbyggð | Tálknafjarðarhreppur | Bolungarvíkurkaupstaður | Ísafjarðarbær | Súðavíkurhreppur | Árneshreppur | Kaldrananeshreppur | Strandabyggð | Bæjarhreppur | Húnaþing vestra | Húnavatnshreppur | Blönduósbær | Höfðahreppur | Skagabyggð | Sveitarfélagið Skagafjörður | Akrahreppur
Norðausturvaldømi
Fjallabyggð | Grímseyjarhreppur | Dalvíkurbyggð | Arnarneshreppur | Hørgárbyggð | Akureyrarkaupstaður | Eyjafjarðarsveit | Svalbarðsstrandarhreppur | Grýtubakkahreppur | Þingeyjarsveit | Skútustaðahreppur | Aðaldælahreppur | Norðurþing | Tjörneshreppur | Svalbarðshreppur | Langanesbyggð | Vopnafjarðarhreppur | Fljótsdalshérað | Fljótsdalshreppur | Borgarfjarðarhreppur | Seyðisfjarðarkaupstaður | Fjarðabyggð | Breiðdalshreppur | Djúpavogshreppur
Suðurvaldømi
Sveitarfélagið Hornafjørður | Skaftárhreppur | Mýrdalshreppur | Rangárþing eystra | Rangárþing ytra | Ásahreppur | Vestmannaeyjabær | Flóahreppur | Sveitarfélagið Árborg | Skeiða- og Gnúpverjahreppur | Hrunamannahreppur | Bláskógabyggð | Grímsnes- og Grafningshreppur | Hveragerðisbær | Sveitarfélagið Ölfus | Grindavíkurkaupstaður | Sandgerðisbær | Sveitarfélagið Garður | Reykjanesbær | Sveitarfélagið Vogar
Suðvesturvaldømi
Hafnarfjarðarkaupstaður | Garðabær | Sveitarfélagið Álftanes | Kópavogsbær | Seltjarnarneskaupstaður | Mosfellsbær | Kjósarhreppur
Reykjavíkurvaldømi suður og Reykjavíkurvaldømi norður
Reykjavík
