Valdømi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Orðið valdømi er nakað ið verður sett í samband við politisk val. Eitt land kann hava fleiri valdømi ella bara eitt valdømi. Tá talan er um eitt land, sum hevur fleiri valdømi, so er talan um eina kvotuskipan, har eitt ávíst øki í landinum hevur rætt til so og so nógvar tinglimir frá teirra øki. Fólkini ið búgva í valdøminum kunnu tá bert velja eitt av valevnunum, sum er uppstilla í teirra valdømi. Føroyar plagdi at hava fleiri valdømir, hesi vóru: Suðuroyar, Sandoyar, Suðurstreymoyar, Norðstreymoyar, Eysturoyar, Norðoyar og Vága valdømi. Tá átti Sandoyggin t.d. rætt til tveir tinglimir. Henda skipan varð broytt 25. oktobur 2007, tá Føroya Løgting samtykti, at Føroyar framyvir skuldi vera eitt valdømi. Atkvøðubýti var soleiðis, at 19 tinglimir atkvøddu fyri at gera Føroyar til eitt valdømi og 13 atkvøddu ímóti.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]