Nuuk
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Grunddáta | |
|---|---|
| Land: | |
| Kommuna: | Sermersooq |
| Vídd: | 105,000 km2 |
| Íbúgvar (2007): | 15,047 |
| Íbúgvatættleiki: | 0.015/km² |
| Postnummar: | 3900 |
| Tíðarzona: | UTC−3 |
| Almenn heimasíða: | www.nuuk.gl |
Nuuk (danskt Godthåb, fyrr eisini skrivað: Nûk) er høvuðsstaður í Grønlandi og hevur umleið 15 túsund íbúgvar (í 2007). Eins og allir grønlendskir býir liggur Nuuk fram við sjónum. Nuuk er størsti býur í Grønlandi og høvuðsstaður landsins. Her eru landsstýrisskrivstovurnar og fyrisitingin, og her kemur Landstingið saman. Nuuk er nútíðarbýur í menning. Nógv fólk flytur av bygd til býin og vónar at fáa lut í vælferðini.