Barrow

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Utqiagvik, Alaska
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Alaska
Vídd: 55.63 km²
Íbúgvar (2019): 4.467[1]
fyri km²: /km²
Heimasíða: www.utqiagvik.u
Býarmynd úr Barrow. Alt er sandur. Húsini standa á pelum orsakað av permafrostinum.

Utqiagvik (almenna navnið var Barrow fram til desember 2016 [2]) er norðasta bygd í Alaska (og í USA), og liggur í North Slope Borough. Her búgva umleið 4200 fólk. Bæði fólkið og mál teirra kallast inupiat. Fólkið er av mongolskum uppruna og hevur búð her í eini 10.000 ár ella meira. Fornfrøðiligir fundir vísa á búseting í Barrow í eini 3000 ár. 7025 fólk búgva í North Slope Borough-økinum. og gott 4200 av teimum í Barrow. Ongir møguleikar er í økinum til nakað slag av landbúnaði. Lendið er kargt og oyði. Permafrost er bara ein hálvan metur undir jørð. Økið er avkavað einar átta til níggju mánaðir um árið.

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]