The Beatles

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
The Beatles í 1964.

The Beatles var ein enskur tónleikabólkur úr Liverpool í Onglandi. The Beatles eru mettir sum heimsins best umtókti tónleikabólkur nakrantíð. Teir eru eisini tann bólkurin, sum hevur selt flest fløgur/plátur og kassettubond í heiminum. Metingarnar siga, at teir hava selt yvir 1 milliard eintøk síðan fyrsta singulplátan Love Me Do kom út í 1962.

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

Byrjan[rætta | rætta wikitekst]

"Áðrenn Elvis var einki!" hevur John Lennon sagt og vísti á, at Elvis Presley var tað fyrsta, sum veruliga rein við hjá sær av tónleikí. Tað var ið hvussu er aftaná, at hann hevði hoyrt Heartbreak Hotel, at hin ungi Lennon plágaði mostir sína Mimi at keypa honum ein gittara. Tá segði hon tey so mangan endurtiknu orðini: "Ein gittari kann vera fínur sum ítriv, men tú fert ongantíð at fáa eitt livibreyð burturúr honum!".

Hvussu var og ikki, so byrjaði John Lennon saman við vinmonnum sínum ein tónleikabólk, sum spældi skiffle-tónleik miðskeiðis í 1950'unum. Bólkin kallaðu teir The Quarrymen eftir skúlanum, teir gingu á.

16. juni 1957 spældi bólkurin til ein kirkjubasar í Liverpool. Henda dagin spældu teir millum annað tað tá nýggja lagið hjá Gene Vincent Be Bop A Lula. Millum áhoyrararnar var hin fjúrtan ára gamli Paul McCartney, sum kendi ein av limunum í bólkinum. Aftaná framførsluna heilsa John Lennon og Paul McCartney fyri fyrstu ferð upp á hvør annan, og Paul vísti tá John, hvussu hann skuldi stemma gittaran hjá sær og spældi eisini fyri honum lagið hjá Eddie Cochran Twenty Flight Rock.

John Lennon segði seinni, at hann var serliga hugtikin av, at Paul McCartney dugdi allan tekstin til Twenty Flight Rock; men eisini at tað var eitt trupult val, ið hann stóð yvirfyri, tí skuldi hann gera bólkin sterkari ella gera seg sjálvan sterkari? - Hann valdi at gera bólkin sterkari.

Paul McCartney hevði ein vinmann, George Harrison, sum var rættiliga kringur á gittara. Hóast John Lennon var eitt sindur í iva um at bjóða dreiginum við í bólkin, tað eru jú hálvtriðja ár millum teir, so fekk Paul hann sannførdan eftir at George hevði spælt eina lýtaleysa útgávu av gittarlagnum Raunchy.

Fyrsta upptøkan[rætta | rætta wikitekst]

Tá havt verður í huga, hvussu ótrúliga vælumtóktir Beatlarnir gjørdust, so er áhugvert at vita, at tað finst ein upptøka av framførsluni hjá The Quarrymen gjørd á nett sama kirkjubasari tann dagin, tá ið John møtti Paul. Hesar upptøkur komu undan kavi í 1990'unum, og keypti plátufelagið hjá The Beatles EMI bandið, men enn er hetta tilfar ikki givið út alment.

Lakkplátan hjá The Quarrymen[rætta | rætta wikitekst]

Í 1958 fóru teir komandi Beatlarnir í lítla studioið hjá Percy Philips í Liverpool at spæla inn eina lakkplátu til egið brúk. Á upptøkuni spæla teir tríggir John, Paul og George allir gittara, og við sær hava teir John Lowe, sum spælir klaver, og Colin Hanlon, sum spælir trummur.

Fimm eintøk vórðu gjørd av hesi lakkplátuni, og tá ið arbeitt varð við Anthology røðini miðskeiðis í 90'unum fekk EMI hendur á einasta eintakinum, ið hevði yvirlivað. Henda ráa upptøka við The Quarrymen kom út á Anthology 1 í 1994.

Sangirnir vóru[rætta | rætta wikitekst]

John Lennon syngur fyri á løgunum báðum, Paul McCartney og George Harrison syngja kór. Paul McCartney hevur sagt, at soleiðis sum hann minnist tað, so varð George Harrison skrivaður sum samhøvundur, tí hann hevði funnið uppá gittarsoloina.


Beatles útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Her eru einans nevndar tær bretsku útgávurnar.

Allir sangirnir Beatlarnir góvu út á singul vóru skrivaðir av Lennon og McCartney uttan The Inner Light; Old Brown Shoe og Something, ið George Harrison skrivaði.

Av øllum sangum Beatlarnir spældu inn fyri EMI og góvu út millum 1962 og 1970 eru einans fýra, sum tú ikki hevur, um tú bert eigur tær upprunaligu bretsku útgávurnar. Teir sangirnir eru hesir:

Týskmæltu útgávurnar blivu innspældar í februar 1964 í Fraklandi um somu tíð, sum Can't Buy Me Love singulin bleiv innspæld. Bad Boy varð innspældur um somu tíð sum sangirnir til Help!-filmin. Across The Universe var innspældur um somu tíð sum Lady Madonna singulin varð innspæld. Henda útgávan, ið byrjar við fuglaláti, var givin út á stuðulsplátu fyri ST stovnin WWF (World Wildlife Foundation) 12. desember 1969. Ein onnur útgáva kom út á Let It Be plátuni árið eftir.

Beatles filmar[rætta | rætta wikitekst]

Tey árini Beatlarnir vóru virknir góvu teir út 5 filmar.