Vjetnamkríggið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vjetnamkríggið
Bruce Crandall's UH-1D.jpg
Dagfesting: 1. november 195530. apríl 1975
Stað: Vjetnam
Partur
Flag hjá South Vietnam Suðurvjetnam Flag hjá North Vietnam Norðurvjetnam
Flag of the United States USA Flag of the People's Republic of China Kina
Flag hjá Suðurkorea Suðurkorea Flag hjá Russia Sovjetsamveldið
Flag hjá Thailand Teiland Flag hjá Norðurkorea Norðurkorea
Flag hjá Avstralia Avstralia Flag hjá Kuba Kuba
Flag of the Republic of China Teivan
Flag hjá New Zealand Nýsæland
við fleiri ...

Vjetnamkríggið vardi frá 1. november 1955 til 30. apríl 1975. Amerikanska stjórnin kvíddi fyri, at kommunisman skuldi breiða seg um alt Landsynningsasia, og í 1955 fóru teir at veita Suðurvjetnam hernaðarhjálp, so at teir kundu basa kommunistisku Viet Cong-deildunum, sum fingu stuðul úr Norðurvjetnam.

Fyrstu amerikonsku hermenninir komu til Suðurvjetnam í 1964, og seint í 1968 vóru 550 000 avstralskir, teivanskir, amerikanskir og nýsælendskir hermenn við í krígnum. Sama ár gjørdi Viet Cong stórálop, Tet-álopið, í Suðurvjetnam. Álopið miseydnaðist, men tað sannførdi fólkið í USA, at USA megnaði ikki at vinna Vjetnamkríggið. Árið eftir fóru amerikanarar at taka seg aftur úr Suðurvjetnam, og vápnahvíld varð fingin í lag í 1973. Í 1975 savnaði Norðurvjetnam alt landið undir sítt ræði.

Eftir kríggið[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið kríggið í Vjetnam endaði í apríl 1975, fór landið í holtur við at endurreisa og menna illa farna búskapin, men illa gekst, tí at útlendskar fyritøkur gjørdi ikki íløgur í landinum. Túsundtals fólk flýddu undan fátækradømi og harðræði og sigldu um Suðurkinahav í søkkladnum bátum at søkja sær eydnuna aðrastaðni. Tey, ið slitu upp land, vórðu send til lond víða um allan heim. Mangir suðurvjetnamesar flýddu til Hongkong, ið var bretskt hjáland á suðurstrond Kina. Tey vórðu gird inni í trongum legum, har tey liðu hungur og hall, og kolera og aðrar ringar sjúkur gingu javnan í legunum. Í 1989 vórðu tey fyrstu 44 000 flóttafólkini noydd aftur til Vjetnam.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið