Teivan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jhonghuá Mínguó
Lýðveldið Kina
Flagg Teivan
(Flagg Teivan)
Skjaldarmerki Teivan
(Skjaldarmerki Teivan)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē
LocationROC.png
Alment mál Kinesiskt
Høvuðsstaður Taipei
Presidentur Chen Shui-bian
Visepresidentur Annette Lu
Fullveldi 7. desember 1949
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
36,188 km²
10,34 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
22 911 292
633.12/km²
Gjaldoyra Teivanskur dollari (TWD)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .tw
Telefonkota +886
Spenningur

Lýðveldið Kina ella Teivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Teivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Teivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Søga

Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Teivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.

[rætta] Politikkur

Hóast Teivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Teivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Teivan, hvørja tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.

[rætta] Fólkið

[rætta] Upprunafólkið

Langt fyri, at kinverjar komu til Teivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Teivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.

[rætta] Átrúnaður

Størstu átrúnaðirnir í Teivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).


[rætta] Hygg eisini at


Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál