Buddisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Buddisman er grundað á læru Budda. Budda, "hin vísi", var indiskur kongssonur, føddur um ár 563 f.Kr.

Buddisma er trúarlæra, sum byggir á læru Siddharta Gautma (um 560 f.Kr. til 482 f.Kr.). Buddisma kom fyri uml. 2.500 árum síðan í India [1]. Hon breiddi seg skjótt, og nú eru fleiri enn 376 milliónir buddistar[2], teir flestu í Asia. Læran er ein av størstu trúarlærum í heiminum.

Budda[rætta | rætta wikitekst]

Munkar ílatnir einfalda skikkju.

Buddistar liva eftir læru Budda. Hann var ríkur kongssonur, men tá ið hann sá neyðina á jørðini, fór hann heimanífrá og fór at hugsa djúpt (meditera). Tað tók honum 3 ár at gerast alvitandi. Hann gjørdist munkur og fór at siga øðrum frá hugsanum sínum. Ein av høvuðsspurningunum í læru hansara er líðing, ið stendst av girnd menniskjunnar eftir tí jarðliga. Men hann, ið vinnur á hesi jarðligu girnd, sleppur undan allari líðing og fær fullkomnan frið, nirvana.

Munkar[rætta | rætta wikitekst]

Buddistar, sum verða munkar, siga alla ogn frá sær og eiga bara reyðgul klæði, eina nál, eina vatnsílu, ein rakiknív og eina biddaraskál. Teir taka sær av børnum, hugsa djúpt og læra frá sær. Hvønn dag bidda teir fyri føðina. Teir livdi í aga og fráhaldni og vígdu lív sítt til grundan, bøn og undirvísing. Í summum londum búgva skúladreingir eina stutta tíð í kleystri. Kleystur til nunnur og munkar vórðu bygd í India og aðrastaðni í Asia. Summi kleystur gjørdust fróðskaparsetur, har nunnur og munkar lósu læknafrøði og røktaðu gomul og sjúk.

Veitsludagar[rætta | rætta wikitekst]

  • Dharmacakra dagur: Tá ið Budda prædikaði á fyrsta sinni.
  • Vesakha Puja ella Wesak: 3-daga veitsla fyri týdningarmestu hendingunum í lívi Budda.
  • Parinirvana: Tá ið Budda kom í nirvana.
  • Bodhidagur: Tá ið Gautama gjørdist Budda.

Buddamyndir[rætta | rætta wikitekst]

Henda stóra standmyndin stendur í templinum, Wat Suthat, í Bangkok, sum er eitt hitt elsta templið í landinum.

Ógvuliga nógvar standmyndir eru av Budda. Allar Buddamyndir líkjast, men eru ymiskar á stødd. Tær sýna Budda sitandi á lotusblómu. Myndin minnir fólk á góðvild Budda, djúphugsan og bøn.

Lívshjólið[rætta | rætta wikitekst]

Buddistar trúgva eins og hindufólk á lógar- ella lívshjólið. Tað er ein endaleysur ringur av føðing og endurføðing teirra, ið ikki koma í nirvana. Her fevnir Maralívshjólið ella Samsra. Tað merkir, at líðingin er partur av Samsra. Menniskjan skal nýta Buddalæru at sleppa burtur úr Samsra.

Buddistar ynskja sær fullkomna friðin, tað er at koma í nirvana. Eydnast tað ikki, verða teir endurføddir, tá ið kroppurin doyr. Nýggja lívið verður eftir karma teirra. Karma er alt, ið gjørt í fleiri lívum, bæði ringt og gott. Budda lærdi, at áttaliðaði vegurin gongur til nirvana. Tey átta liðini eru røtt stremban, rætt arbeiði, ætlan, tala, atferð, røtt vitan, hugsan og djúphugsan.

Tempul[rætta | rætta wikitekst]

Í templum eru halgilutir av Budda, til dømis ein sandál ella klædnapetti. Tey, sum ganga í halgidómin, brenna rokilsi og ofra blómur og frukt.

Buddistiskar trúargreinir[rætta | rætta wikitekst]

Nú á døgum eru stívliga 376 milliónir buddistar, mest í Asia, nakrir fylgja t.d. hini einføldu hinayana-læruni, og aðrir fylgja hini torgreiddu mahayana-læruni.

Mahayana-buddisma[rætta | rætta wikitekst]

Tann greinin av buddismuni, sum verður nevnd mahayanalæran kom til Tibet seinast í 7. øld e.Kr. Mahayanskir munkar heingja bønarlepar á bønarhjólið. Tá ið hjólið snarar, er tað sum at biðja bønina.

Ovastu mahayansku munkarnir vóru nevndir lamar. Teir máttu ikki drekka rúsandi drykkir ella giftast [3].

Útbreiðsla[rætta | rætta wikitekst]

Útbreiðsluøki.

Hóast buddisman varð til í Norðurindia, búgva flestu buddistar nú á døgum í øðrum londum, til dømis í Tibet, Sri Lanka, Mongolia og Landsynningsasia [4].

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.woodlands-junior.kent.sch.uk/Homework/religion/buddhism.htm
  2. http://www.adherents.com/Religions_By_Adherents.html
  3. http://factsanddetails.com/china.php?itemid=218&catid=6&subcatid=34
  4. http://www.buddhanet.net/e-learning/history/bstatt10.htm