Gregorianski kalendarin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gregorianski kalendarin verður brúktur í Vesturheiminum. Hann er ein tillaging av julianska kalendaranum. Aloysius Lilius skeyt upp at brúka kalendaran, og Gregorius XIII pávi, sum kalendarin fekk navn eftir, setti hann í gildi 24. februar 1582. Summir mæltu til at rætta kalendaran við at loypa leypárini um 10 ferðir. Soleiðis hevði kalendarin verið fluttur 10 dagar fram. Gregorius XIII pávi vildi kortini hava hetta gjørt í einum við at stytta oktober 10 dagar, og soleiðis kom dagurin eftir hósdag 4. oktober 1582 at eita fríggjadagur 15. oktober 1582. Ymiskt var, hvussu lond tóku ímóti gregorianska kalendaranum, men so við og við tóku øll katólsk og síðan protestantisk lond við kalendaranum.

Gregorianski kalendarin varð gjørdur, tí at julianski kalendarin var eitt sindur skeivur. Miðalsólárið er ikki eitt heilt dagatal – tað er 365,2422 dagar ella umleið 3651/4 dagar – so neyðugt er við árum við ymiskari longd, og tí vórðu leypár (eisini nevnd skotár) sett inn í julianska kalendaran. Julianski kalendarin hevði fast leypár 4. hvørt ár, t.v.s. 100 leypár fyri hvørji 400 ár. Við rættingum í gregorianska kalendaranum verða 97 leypár fyri hvørji 400 ár. Í gregorianska kalendaranum er árið í miðal 36597/400 dagar ella 365,2425 dagar; hetta er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur.

Í Danmark var ikki farið yvir til gregorianska kalendaran fyrr enn ár 1700. Danski astronomurin Ole Rømer arbeiddi við málinum, og tá Fríðrikur IV kongur tók við eftir Christian V í 1699, fekk Ole Rømer sannført hann um broytingina. Kongur gjørdi av, at dagurin eftir sunnudag 18. februar 1700 skuldi eita mánadagur 1. mars 1700. Men í Føroyum hendi hetta skiftið ikki fyrr enn í november 1700, tá dagurin aftan á leygardag 16. november varð sunnudagur 28. november.

Katólska kirkjan vildi hava kalendaran endurskoðaðan fyri at páskirnar kundu verða hildnar á teirri tíðini, ið katolikkar hildu verða komið ásamt um á fyrsta ráðnum í Nicæa í 325. Sjálvt um ein kirkjulóg frá ráðnum sigur, at allar kirkjur skulu halda páskir í senn, gjørdu tær ikki tað.

Eftir tí gregorianska kalendaranum er árið býtt í 12 mánaðir:

Nr. Navn Dagar
1 januar 31
2 februar 28 ella 29
3 mars 31
4 apríl 30
5 mai 31
6 juni 30
7 juli 31
8 august 31
9 september 30
10 oktober 31
11 november 30
12 desember 31

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  • Peter Øhrstrøm: Tid - et filosofisk begreb og en målelig størrelse, systime 2006.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið