Julianski kalendarin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Julius Cæsar, keisari í Rom (deyður ár 44 f.Kr), dagførdi tann kalendaran, mann hevði nýtt í Rom. Frammanundan hevði mann nýtt ein mánakalendara við 12 mánaðum - (mánamánaðum). Árið var tí ov stutt, og av og á vórðu so eyka dagar lagdir afturat. Eftir ferð í Egyptalandi, har Julius Cæsar helst hevur havt høvi at fundast við teir lærdu í Alexandria, gjørdi hann av at skifta til nýggjan kalendara; við tað at árið er umleið 365,25 samdøgur, skuldi árið verða 365 dagar í 3 ár og 366 dagar 4. árið. Árið við eyka degnum kalla vit leypár ella skotár. Skiftið var gjørt við, at ár 46 f.Kr. varð longt við 80 døgum - partvís lagdir inn efti februar mánað og partvís millum november og desember. Hetta árið varð soleiðs 445 dagar. Hesin kalendarin - uppkallaður eftir Juliusi - varð galdandi til 1582, tá Gregorius XIII pávi innførdi nýggjan kalendara, gregorianska kalendaran.

Í Føroyum var tann Julianski kalendarin brúktur fram til og við 16. november 1700.