Mánamánaður

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Ein mánamánaður ella astronomiskur mánaður er tíðin, tað tekur mánanum at ferðast eina ringrás um jørðina, ein mánaringrás. Hon er frá tendring (nýmána) til næstu tendring (nýmána). Ein mánamánaður er umleið 29,5 samdøgur (29 samdøgur, 12 tímar, 44 minuttir og 2,8 sekund, fyri at vera heilt neyvur). (Tað eru aðrir hættir at rokna longdina á eini mánaringrás, og teir geva 27 samdøgur og millum 7 og 13 tímar).

12 "mánamánaðir" eru grundin í tíðareindini einum ári. Hetta árið verður tó ov stutt, og fyri at rætta upp á hetta, verða skotmánaðir ella skotdagar settir inn. Hetta verður fyrstu ferð gjørt miðvíst við julianska kalendaranum frá ár 45 f.Kr og enn neyvari við gregorianska kalendaranum frá 1582.


Mánamánaðirnir hava allir navn á føroyskum; teir eita allir -sól, t.d. jólasól, gøsól, torrasól. Hesi nøvn eru nú mestsum burturdottin.

  • 1. mánamánaðurin eftir jól kallast jólasól. Hon kann byrja í desember ella so seint sum 22. januar. Vit kunnu rokna 8. januar sum miðalár, men tað kann vera 14 dagar hvønn vegin (tað er á leið rætt).
  • 2. mánamánaðurin eitur torrasól og byrjar upp til 14 dagar hvørju megin 6. [[februar]. Hesin mánaður verður eisini kallaður í torra og er serliga góður til fisk. Torrafiskur er serliga góður og feitur fiskur.
  • 3. mánamánaðurin eitur gøsól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 8. mars.
  • 4. mánamánaðurin eitur vársól ella einmánasól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 6. apríl.
  • 5. mánamánaðurin eitur gýtusól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 6. mai.
  • 6. mánamánaðurin eitur summarsól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 4. juni.
  • 7. mánamánaðurin eitur økusól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 5. juli.
  • 8. mánamánaðurin kallast í hoyna og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 4. august.
  • 9. mánamánaðurin kallast í akurskurð og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 1. september.
  • 10. mánamánaðurin eitur skurðsól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 1. oktober.
  • 11. mánamánaðurin eitur klippingsól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 31. oktober
  • 12. mánamánaðurin eitur vetrarsól og kann byrja upp til 14 dagar hvørju megin 29. november.