Finskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Finskt
suomi
Tosað í: Finnland Finnland
Svøríki Svøríki.
Tosandi íalt: umleið 5000 000
Málætt: Uralsk mál.
Málkotur
ISO 639-1: fi
ISO 639-2: fin
ISO 639-3:

.

Finskt mál er málið í Finnlandi og er minnilutamál í Svøríki. Um 5,2 milliónir fólk tala finskt [1], sum nú er, og støðan hjá finskum er betri enn nakrantíð áður. Nú á døgum verður finskt nýtt í øllum hugsandi viðurskiftum, bæði skipaðum og óskipaðum. Tá ið Finnland fór inn í ES, gjørdist finskt eitt av almennu málunum í Evropasamveldinum. Í Svøríki hevur finskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál.

Finskt er av uralsku málættini, ein kløn og støkkin keta av málum, sum røkkur frá eystursjóvarstrondini heilt til Jenisej-ánna og Taimyrhálvoynna í Sibiria. Finskt minnir um estiskt, men har er eisini skilskapur við sámisku málini. Í bæði finskum og sámiskum kann en til dømis skapa long orð við at leggja bendingar aftrat stovninum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Søgugongdin í finskum eftir frumfinska tíð verður býtt sundur í fimm.

  1. Fyrsta skeiðið er fornfinskt frá fyrstu túsund árunum eftir okkara tíðarrokning. Longu tá verður støði lagt undir fyrsta málføraskilnaðin.
  2. Annað mentanarsøguliga týðandi skeiðið var tað miðaldarfinska. Miðøldin í Finnlandi verður roknað frá umleið 1150, haðani elstu skjølini eru um finsk viðurskifti. Finnland gjørdist í miðøldini ein partur av svenska ríkinum og varð lagt undir svenska lóg og svenskan stjórnarsið. Finskt hevði ikki støðu sum alment umsitingarmál og lógarmál, men hentari var í vissum førum at nýta finskt.
  3. Tað triðja menningarskeiðið, gamalt skriftfinskt, tók við í 1540-árunum, tá ið trúbótin kom til Finnlands. Við trúbótini fylgdi tann meginregla, at fólk skuldu kunna taka Guðs orð til sín á móðurmálinum, og var einki skriftmál frammanundan, mátti tað skapast nú. Mikael Agricola, sum seinni gjørdist biskupur í Åbo, týddi og læt prenta tær fyrstu finsku bøkurnar. Teirra millum var Nýggja Testamenti, sum kom út í 1548, tann týdningarmesta. Øll Bíblian varð týdd til finskt í 1642.
  4. Eitt nýtt skeið í søguni hjá finskum, tað eldra nútíðarfinska, tók við í 19. øld. Svøríki misti Finnland til Russlands í 1809 og Finnland gjørdist eitt sjálvstýrandi stórfúrstadømi undir Russlandi. Umsitingarmálið var framvegis svenskt. Men reist vórðu alt meira tilvitandi krøv um, at finskt skuldi hava størri rætt. Eisini sjálvum málinum varð litið at við øðrum eygum enn áður. Tey vesturfinsku málførini vórðu roknað sum oyðiløgd av sterku ávirkanini frá svenskum og leitað varð eftir nýggjum fyrimyndum fyri skriftmálinum í teimum reinaru eysturmálførunum.
  5. Fimta menningarskeiðið hjá finskum, nútíðarfinskt, verður roknað frá 1880-árunum og frameftir. Eftir tað eru ongar víðgongdar broytingar við atliti at bygnaðinum í finskum, men menningin hevur verið spøk og í samsvari við broytingar í umheiminum, tó er málnýtslan og áskoðanin á hana broytt munandi.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.fmn.fo/tungumal/tungumal.htm
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið