Kos

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kos
Panorama Kos 8.jpg
Landalæra
Kos greece.PNG
Vídd 287.2 km²
Umsiting
Land  Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal 33.388 (2011)
Íbúgvatættleiki 116 /km²

Kos (grikskt: Κως) er ein oyggj í grikska oyggjabólkinum Dodekanes, sum er partur at Suðuregearaoyggjunum, eisini nevndar Suðursporadisku Oyggjar. Oyggin er 40 km long og 8 km breið og liggur bert 4 km frá Turkisku strondini við Bodrum og tí forna Karia økinum. Fólkatalið á oynni er 33.388. Oyggin er í dag ein kommuna, eftir at tær tríggjar kommunurnar Kos, Dikaios og Irakleides løgdu saman til eina kommunu í 2011. Høvuðsbýurin á oynni eitur Kos eins og oyggin.

Asklepieion er tað kenda læknatemplið, sum Hippokrates lat byggja, tað liggur beint uttanfyri Kos bý.

Umleið 27 km sunnan fyri býin Kos við býin Antimakia, liggur altjóða flogvøllurin á oynni, sum eitur Kos International Airport Hippocrates.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Asklepeion

Í tí rómversku gudalæruni vitjaði Herkules oynna.[1] Oyggin varð bygd av kariarum. Tað forna ríkið Karia var til frá umleið 11. øld á.Kr. til umleið 6. øld á.Kr.

Eitt herlið frá Kos luttók í Troyanska krígnum.[2]

Paulus apostul legði leiðina framvið Kos og Rodos á einari av sínum ferðum.[3]

Kos varð seinni hertikin av lýðveldinum Venesia, sum síðan seldi oynna til Johannitarordanina (Ordanin av Sankta Jóhannes á Rodos, seinni kent sum Maltesarordanin) í 1315. 200 ár seinni stóð Maltesaraordanin yvirfyri eini hóttan av einari muslimskari innvasjón, og noyddist at lata oynna upp í hendurnar á tí Osmanniska Ríkinum í 1523. Osmanarnir (turkarnir) høvdu ræði á Kos í 400 ár, til oyggin kom undir italsk yvirvald í 1912.

Undir seinna heimsbardaga bleiv oyggin hersett av aksemaktunum og var hersett av italskum hermonnum til Italia yvirgav seg í 1943. Britisk og týsk herlið stríddust um oynna í Stríðnum um Kos, har Nazi-Týskland siðraði. Týsk herlið hersettu oynna til kríggið endaði í 1945, tá gjørdist Kos eitt protektorat undir Stórabretlandi og varð síðan handað Grikkalandi í 1947.

Kend fólk úr Kos[rætta | rætta wikitekst]

Standmynd í Kos av Hippokrates

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hercules in Kos. Kosinfo.gr.
  2. Ilionskvæði ii.676, frá (her endurgivið á enskum: "Kos, the city of Eurypylus, and the Calydnae isles", under the leaders Phidippos and Antiphos, "sons of the Thessalian king". It is unclear whether Homer is describing cultural affiliations of his own time or remembered traditions of Mycenaean times.
  3. Biblegateway.com

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið