Jónaoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Ionisku Oyggjarnar)
Land: Grikkaland
Høvuðsstaður: Korfu
Forseti: Spiros Spirou
Vídd: 2,307 km²
Tættleiki: 95/km²
Íbúgvar (2005): 220 097
Heimasíða: ionianisia-region.com Archived 2019-10-01 at the Wayback Machine

Jónaoyggjar ella Jonisku Oyggjarnar (grikskt; Επτάνησα ella Ιόνια νησιά) eru ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Landsluturin nevnist á grikskum Περιφέρεια Ιονίων Νήσων, á enskum eitur landsparturin Ionian Islands Periphery. Grikska navnið Eptanisa merkir Sjeyoyggjarnar. Hitt grikska navnið og tað sum útlendingar oftast nýta til henda oyggjabólk kemur av navninum á havinum, har oyggjarnir eru, Jóniska havið ella Jónahavið. Størsta oyggin kallast Kefalonia. Jónaoyggjar hava umleið 220 097 íbúgvar (2005). Høvuðsstaðurin eitur Korfu og er á oynni við sama navni. Grundarlagið undir búskapinum er ferðavinna. Málið er griskskt. Álvarsamir jarðskjálvtar raktu oyggjarnar í 1953, serliga Kefalonia var hart rakt, størsti parturin av oynni varð lagdur í oyði. Lítla oyggin Ithaka er m.a. kend tí hon er týdningarmikil partur av søguni í Odyseini hjá Homer, Itaka var heimstaðurin hjá Odysseus.[1]

Kort

Oyggjarnar[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Greeka.com
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið