Gyltur Morgun

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gyltur Morgun er ein nýnasistiskur og fasistiskur flokkur í Grikkalandi. Gyltur Morgun er triðstørsti flokkur í grikska tjóðartinginum í 2013. Á seinasta tjóðartingsvali fekk flokkurin 6,9 prosent av atkvøðunum og 21 av teimum 300 tinglimunum [1]. Gyltur Morgun verður lagdur undir at hava skipað fyri fleiri ógvusligum álopum á innflytarar, og fyri stuttum samtykti tjóðartingið, at ákæruvaldið skal sleppa at stevna trimum tingmonnum floksins fyri rættin fyri at hava gjørt seg inn á sølubúðir hjá innflytarum í Aten. Ein annar tinglimur hjá flokkinum, sum eisini er talsmaður floksins, er ákærdur fyri harðskap [2].

Gyltur Morgun vil vera við, at "útlendskir drápsmenn" hava broytt Grikkaland til ein frumskóg, og at tað tí er neyðugt við heimild til at døma útlendingar til deyða fyri ógvuslig brotsverk [3]. Harafturat krevur flokkurin, at løgreglan skal sleppa at brúka herútgerð fyri at steðga "tungt vápnaðum útlendskum brotsmonnum", sum flokkurin tekur til.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.dailymail.co.uk/news/article-2140686/Greek-elections-2012-Neo-Nazi-party-Golden-Dawn-want-force-immigrants-work-camps.html
  2. http://www.iospress.gr/extra/xrisavgi-1.htm
  3. http://www.ekathimerini.com/4dcgi/_w_articles_wsite1_1_30/03/2013_490941
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið