Evvia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Evvia
Chalkida .JPG
Landalæra
Nomos Evvias.png
Vídd 3684 km²
Umsiting
Land  Grikkaland
Íbúgvalæra
Fólkatal 198.130 (2001)
Íbúgvatættleiki 54 /km²

Evvia (grikskt: Εύβοια, Euvoia, forngrikskt: Εὔβοια, Eúboia) er næststørsta oyggin í Grikkalandi í vídd og eftir fólkatalið, næst eftir Kreta. Tað smala Euripus-sundið skilur oynna frá Viotia á grikska meginlandinum. Oyggin er long og smøl og líkist einum sjóhesti, sæð úr erva. Hon er 150 km long og í breiddini er hon millum seks og 50 km. Oyggin strekkir seg úr útnyrðingi móti landsynningi og hevur ein fjallarygg, sum byrjar á meginlandinum í Tessalia, gongur gjøgnum alla Evvia og víðari til oyggjarnar Andros, Tinos og Mykonos. Hægstu fjøllini á Evvia eru: Dirfys (1.745 m), Pyxaria (1.341 m) í ein landnyrðing og Okhi (1.394).

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fornøld[rætta | rætta wikitekst]

Søgan hjá Evvia snýr seg í høvuðsheitum um søguna hjá teimum báðum býunum Khalkis (Khalkida á nýgrikskum) og Eretria. Báðir býir vóru jóniskar niðursetubýir frá Attika. At hesir býir høvdu stóran týdning kann eisini síggjast útfrá tí, at frá Khalkis og Eretria vóru fleiri koloniir stovnaðar í Magna Graecia og á Sisilia, eitt nú Kumae, Rhegium og Naxos, og á strondini á Makedonia. Við hesum lótu attikarnir upp nýggjar handilsrutur fyri Grikkaland og víðkaðu um økið til tað vesturlendsku sivilisatiónina. At Evvia hevur havt stóra makt í hesum tíðarskeiði kann eitt síggjast við tað at tey evviansku vekteindirnar og mátini vóru brúkt í Athen heilt fram í tíðina til Solon, og í teimum jóniske býunum yvirhøvur. Khalkis og Eretrea síggja út til at hava verið líka sterkir og vóru eisini kappingarneytar. Ein tann fyrsti sjóbardagin, ið fór fram í grikskari søgu var ímillum hesir báðir býirnar.

Í 490 á.Kr. bliv Eretria næsten lagt í oyði og íbygvarnir vóru fluttir til Persia. Býurin varð bygdur upp aftur eftir stríðið við Marathon tætt við har ið upprunaligi býurin lá, men býurin fekk aldrig sína sterku støðu aftur, sum hann hevði havt fyrr. Eftir hetta var Khalkis tann sterkasti av teimum báðum, men Athen var nú við at fáa størri vald. Í 506 á.Kr. tapti Khalkis ein bardaga móti Athen, sum sendi 4000 attiskir niðursetumenn til oynna og sá út til at fáa valdið á oynni.

Miðøld[rætta | rætta wikitekst]

Í 1157 vóru allir býir og bygdir, sum lógu við strendurnar á Evvia, lagdir í oyði av herdeildum av Sisilia.[1]

Tað Ottoman–Venetiska Stríð (1463–79) førdi til, at Evvia hin 12. juli 1470 og heilt framm til grikska frælsisstríðið frá 1821 til 1830 var undir Osmanniskum stýri, ossmannarir nevndu oynna Eğriboz ella Ağriboz, sum er avleitt av Euripus (sundið millum oynna og meginlandið). Í 1830 gjørdist Evvia partur at tí nýggja grikska kongaríkinum.

Ferðasamband[rætta | rætta wikitekst]

Khalkida brúgvin

Evvia er bundin saman við meginlandið við tveimum brúgvum. Tann eina er Khalkida brúgvin, ið leiðir ferðsluna frá Khalkida á Evvia til Tive (Theben) á meginlandinum. Hin brúgivn fer framvið Khalkis, men vegurin til brúnna byrjar í Athen. Allar brúgvar á Evvia eru hongibrúgvar.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Norwich, John Julius. Byzantium: The Decline and Fall (New York: Alfred A. Knopf, 1996) p. 116

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið