Jól

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita

Jólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan.


Innihaldsyvirlit

[rætta] Orðið jól

Orðið jól hevur óvissan uppruna. Møguliga er tað sama orðið sum hjól, og sipar tá til ársins gongd, tað støðugu endurtøkuna. Orðið jól er hvørkikynsorð í fleirtali. Vit siga "Jólini, tey..."

[rætta] Jólini áðrenn kristindómin

Jólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember. Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at "drekka jólini", sbr. td. kvæðaorðingina: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól."

[rætta] Jólini í kristindóminum

Jesu føðing Jólini eru høgtíðin til minnis um Jesu føðing. Hetta sæst aftur í td. enska heitinum, Christmas, Kristmessa. Um føðing Jesu lesa vit í Lukasar evangelium, kap. 2, ør. 1 - 20. Hetta brot verður ofta nevnt jólaevangeliið. Eisini Matteusar evangelium sigur í 2. kapitli frá Jesu føðing.

Jólahald í katólsku kirkjuni

Jólahald í luthersku kirkjuni

[rætta] Jólahald og jólasiðir

Jólatræ Siðurin at hava jólatræ er kendur úr Týsklandi í umleið 1600 og í Danmark tíðliga í 19. øld. Seint í 19. øld hevði siðurin at hava jólatræ fingið fótafesti í øllum samfelagsløgum í Danmark.

Jólamaður Siðurin við jólamonnum er við útlendskari handilsmentan komin til Føroya. Jólamaðurin er nú altíð í reyðum klæðum og hevur hvítt skegg - og klædnabúnin er tann sami í øllum handilsdeplum og til øll vanlig jólatiltøk. Marius Johannesen, sáli, lat tó jólamannin í sanginum "Eg eri jólamaðurin..." vera í føroyskum klæðum og búgva í heyggi eins og huldufólkini: "Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi." Tað er tó útlendska myndin av jólamanninum, ið hevur sigrað.

Hugmyndin um jólamannin stavar frá Santa Nikolaus frá Myra í Lítlaásia, sum umvegis enskt verður til Santa Claus. Niklasarmessa er minningardagur fyri santa Nikolaus frá Myra.

Jólagávur

Jólamatur

Jóladansur

Jólaklæði

[rætta] Jólahald aðrastaðni


Grein um Jólini

Uppruni jólanna

Eru jólini heiðin sólstøðuhátíð ella føðingarhátíð Jesu?

Í huganum á mongum eru jólini um føðing Jesu fyri 2000 árum síðani og partur av kristindóminum. Men jólini eiga nogv longri søgu.

Sólstøðuhátíðin er møguliga tann elsta hátíð, sum menn hava hildið. Fyri 4000 árum síðani hildu fólk í Mesopotámíu 12 daga hátíð um vetrarsólstøðu. Hendan hátíð var hildin til at sýna gudinum Marduk heiður. Fólk í Mesopotámíu hildu at Marduk stríddist ímóti óndari megi hesar dagar.

Persar og babýlóníumenn hildu hátíð, sum líktist og nevnist Sacaea. Í ein dag skiftu trælir og húsbóndafólk um leiklut. Trælir gjørdust húsbøndur, og húsbóndafólk gjørdust trælir.

Fólk í Evropa trúði, at illir andar, álvar og trøll vóru á ferð um jóltíðir, og tey gjørdu ritualir fyri at fáa sólina upp aftur. Íbúgvar í Norður-skandinaviu síggja ikki sólina í ein heilan mánað, og fólk fór til fjals fyri at finnasólina. Tá tey komu aftur við tíðindum um, at sólin var á veg, var hildin stór veitsla, og eldur var tendraður at bjóða sólini vælkomnari

Grikkar blótaðu Kronos um vetrarsólstøður og rómverjar hildu hatíð Saturnusar, sum hevði tamarhald yvir gróðursemi jarðarinnar. Kristinfólk skírdu Saturnusarhátíð falsgudadyrkan. Rómaríkið hevði vald yvir stórum parti av Evropu og londum kring Miðjarðarhav. Kristni var gjørd almenna trúgvin ár 380, men fólk vildi ikki halda aftur skemtaninni um jólini. Fólk vildi sleppa at dansa, fáa gávur og góðan mat við víni og hava glæsiligar sjónleikir. Gávurnar vóru ofta kertur. Saturnusarhátíðin var frá miðjum desember til 1. januar. Fólk arbeiddu minni og vóru tá ofta útklødd, gingu í skrúðgongu, ótu góðan mat, vitjaðu vinfólk og góvu gávur. Rómverjar pyntaðu heimið við livandi ljósum, sum hingu á grønum trøum. Tad hendi seg, at húsbóndafólk skiftu um arbeiði við trælir og borðreiddu fyri teimum. Kristinfólk royndu at steðga heidnum hátíðum og fáa fólk til at lova Jesusi og biðja, men uttan úrslit. Smátt um smátt yvirtók kirkjan vetrarsólstøður og broytti hugmyndina um føðingadag ósigrandi sólar ”dies natalis solia invicti” til føðingadag Jesu, sum er hin eina sól rættvísins. Teir søgdu: hvør er javn ósigrandi og Jesus, sum sigraði deyðan og segði seg sjálvan vera ljós heimsins. Onki var vitað um føðingardag Jesu. Onki var nevnt í Nýggja Testamenti um árið, mánaðin ella mánaðardag. Í gomlum døgum var ikki vanligt at halda føðingadag. Umleið ár 98 var føðingadagur Jesu hildin fyrstu ferð, og ár 138 gjørdi biskupur í Róm dagin til stórhátíðardag. Men tá tey ikki vistu neyva dagin, vóru dagar sum; 2. januar, 6. januar, 23. mars, 28. mars, 18. apríl, 20. apríl, 20. maí, 17. november og 25. desember brúktir. Tann gamla kirkjan valdi 6. januar til føðingadag Jesu, tí tá kappaðist hon ímóti Osíris-Aion trúgv í Alexandríu, sum hevði sína hátíð tá. Men ár 440 avgjørdi Júlíus pávi 1. at føðingadagur Jesu skuldi haldast tann 25. desember hvørt ár, men tað gjørdist ikki lóg, fyrr en ár 534. Tað var avgjørt, tí kristnifólk luttók í sólstøðuhátíðini, og tá sýntist 6. januar, vera í skugganum av sólstøðuhátíðini 25. desember. So hvørt sum kristnidómurin breiddist út um Evropu, tók hann upp siðir, sum vóru frá heidnari trúgv, so sum mistiltein, jólatræ og at kynda bál. Tann siður at hava jólatræ kann førast aftur til dyrkan av ”Ask Yggdrasils” (-úr ásatrúgv). Tað var vani at pynta hús við grønum greinum um jólini, og geva øðrum greinar, til minnis um megi nátturunnar. Kristni kom til skandinavia umkring 900, og heiðin jól gjørdust kristin.

Jólagávur, sum vit kenna í dag, er ein av teimum nýggju skikkunum. Tað var meir kent hjá kongafólki og øðrum høvdingum. Ikki fyrr en um 1900 fingu børn kerti og kanska fingu øll í familjunni kerti. Eitt annað slag av gávum var soleiðis at teir, sum høvdu nogv av mati, góvu fátækum nábúgvum eitt sindur av mati. Hesin siður er sera gamal og kirkjan hevur hildið fram við hesum. Um 1930 komu fleiri handlar, og fólk byrjaði at geva jólagávur, líka sum vit gera í dag.

Vit kundu lisið, hvussu jólini eru í ásatrúgv: ” Hið annað er á jólum, við sólhvörf. Það er helgað næsta stigi sköpunarinnar, sköpun ljóssins og gangi himintungla og þar með tímanum. Jólablótið er helgað þeim guðum sem sólina skópu í árdaga. Jólin eru endurnýjunarhátíð sólarinnar, þá skulu allir hlutir vera sem nýir. Fyrir þetta blót skal þvo allt og hreinsa og lýsa upp öll salarkynni þannig að hvergi beri skugga á. Allir skulu eignast eitthvað nýtt og fá þess vegna gjafir á jólum. Í afkomendum er endurnýjun lífsins fólgin, þess vegna eru jólin sérstök hátíð barnanna. Á jólum er við hæfi að éta svínasteik og heiðra Gullinbursta gölt Freys..”

Her er ikki meiningin at taka jólini burtur frá teimum, sum trúgva upp á Gud. Kristin kunnu brúka hvønn tann dag og hvønn tann lut, sum tey vilja til at minnast Jesus Kristus og tilbiðja Gud. Kristin kunnu brúka jólini til at takka Gudi fyri sólina, og at dagurin verður longri, ella til at minnast føðing Jesu. Eisini kunnu kristin brúka nýggjársdag og prísa nýggja árinum í Guds navni, tó fólk hava brúkt tann dag í heidnari tíð at drekka og ballast. Tad sum veldst um er at gera tingini við kærleika, í góðari meining og tað er fyri tað besta at hava tað uppbyggjandi. Hóast heiði fólk hava havt aðra merking á jólatræinum, kunnu tey sum vilja; hyggja at jólatrænum og minnast orðini hjá Jesusi tá hann tosaði um, at hann er tað grøna træið. Og minnast 1. sálm Davíds um træið, sum er altíð grønt, sum er myndbering av manninum, sum hugsar um boð guds, dag og nátt, og tí eydnast alt væl. So haldið jólini í góðari trúgv. Gleðilig Jól

Skoðanir
Persónlig amboð