Jólaevangeliið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jesu føðing úr Lukasar evangelium, kap. 2, ørindi 1 til 20.

Jólaevangeliið verður frásøgnin um Jesu føðing ofta nevnd. Vanligt er at lesa jólaevangeliið til jólaguðstænastu, kristilig jólahald og tílík tiltøk á jólum.

Jesu føðing[rætta | rætta wikitekst]

"v1 Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. v2 (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). v3 Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. v4 Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt, v5 at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. v6 Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. v7 Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.

Hirðarnir[rætta | rætta wikitekst]

v8 Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum. v9 Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir. v10 Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. v11 Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! v12 Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.« v13 Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu: v14  »Heiður veri Guði í hægsta himli, [og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«] v15 Og tað hendi, tá ið einglarnir vóru farnir frá teimum aftur til himmals, tá søgdu hirðarnir hvør við annan: »Latum okkum nú fara beinanvegin til Betlehem og vita um hesi tíðindi, sum hend eru, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum.« v16 Og teir fóru við skundi hagar og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið liggjandi í krubbuni. v17 Og tá ið teir sóu tað, søgdu teir frá teimum orðum, sum talað høvdu verið til teirra um hetta barn. v18 Og øll, ið hoyrdu tað, undraðust á tað, sum teimum varð sagt av hirðunum. v19 Men Maria legði sær øll hesi orð í geyma og hugsaði um tey í hjarta sínum. v20 Og hirðarnir fóru avstað aftur, og teir lovaðu og prísaðu Guði fyri alt tað, sum teir høvdu hoyrt og sæð, soleiðis sum tað hevði verið sagt við teir."