Huldufólk

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Huldufólk eru yvirnáttúrligar verur, sum eru kendar í Føroyum, Íslandi, Noregi og fyrr eisini í Danmark, tey eru eisini kend undir heitinum álvar.[1], á donskum vórðu tey rópt 'huldrefolk' og hetta heiti gongur aftur í staðarnøvnum, t.d. Huldremose á Djurslandi. Í øðrum Norðanlondum og í Stórabretlandi eru líkar verur kendar undir øðrum nøvnum, sum líkjast føroysku orðunum "álvur, álvagenta, álvar", á donskum kallast tey elvefolk.

Huldufólk í føroyskum kvæðum og sangum[rætta | rætta wikitekst]

Huldufólk eru nevnd í fleiri av føroysku kvæðunum. Úr nýggjari tíð er t.d. Huldugentan, sum Johan Djurhuus (á Høggeil) úr Sumba, (føddur í 1885 - doyði í 1960), yrkti tá hann arbeiddi í Botni, ið er í ein útnyrðing av Vági. Har var vatnverk bygt í 1921, og nakrir menn máttu búgva í Botni fyri at ansa eftir elektrisitetsverkinum. Nú á døgum býr eingin har. Tað var myrkt og einsligt í Botni, og Johan yrkti kvæðið um Huldugentuna, meðan hann búði har. Robert Mc'Birnie hevur útgivið hetta kvæðið/sangin, har hann syngur hann sum vanligan sang, í styttri útgávu, ikki øll ørindini eru við. Kvæðið um Huldugentuna er 27 ørindi til longdar. Tað er best kent í Suðuroy, serliga í Vági. [2] Annika Hoydal hevur gjørt lag til yrkingina Hulduríma hjá Steingrími Weihe.[3] Annika syngur sjálv sangin á fløgu við føroyskum tónleiki til børn, sum hon útgav í 1999. Húsakórið í Keypmannahavn hevur eisini sungið og givið út sama sangin Hulduríma. Seyðamaðurin á Sondum er eitt annað kvæði, sum eisini snýr seg um huldufólk. Kvæðið fer fram í Vágum. Seyðamaðurin á Sondum stjól stakkin, sum huldukona átti, hon rann eftir honum líka til Sandavágs. Kvæðið er 51 ørindi til longdar.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Heimskringla.no, Um Huldufólk
  2. Eystdans.dk, Huldugentan (pdf-fíla)
  3. Skulasangbokin.fo, Uppskotslistin
  4. Fotatradk.com

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]