Sumba
|
||
| Postnummar | FO 970 | |
| Kommuna | Sumbiar kommuna | |
| Markatal | 64 | |
| Íbúgvar (2010) | 256 | |
Sumba er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Sumba er ein av gomlu bygdunum í Føroyum við fleiri býlingum og var fyrr millum tær størstu í landinum.[tørvar keldu] Ein er býlingurin í Hørg. Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er "Hargabrøðurnir". Hon er um fýra brøður í Hørg, ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba, var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá Hargabrøðrunum væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós.[tørvar keldu] Kendasta skaldið í Suðuroy, Poul F. Joensen (1898-1970), var ættaður úr Hørg, og hann nevndi seg viðhvørt "Hargaskaldið".[tørvar keldu]
Myndasavn [rætta]
-
Sumbingar dansa føroyskan dans í Dansistovuni í Sumba.
-
Útsýni av Beinisvørði, vestursíðan av Suðuroynni.
Útvortis ávísingar [rætta]
- Sumba.fo Heimasíðan hjá Sumbiar kommunu.
