Haraldur Hárfagri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Haraldur Hárfagri er fyrsti kongur sum verður nevndur í Føroyingasøgu.

Haraldur Hárfagri (uml. 850–933) (Haraldr hárfagri) var Noregs kongur umleið ár 872–933, eftir at hava verið kongur yvir pørtum av landinum síðani 860/865. Summi rokna tí kongstíð hansara frá hesum árum. Hesi árstøl eru tó ásett við stórari óvissu. Eyknevni Hárfagri fekk hann, tí hann svór ikki at klippa sær hárið fyrr enn Noreg var savnað í eitt ríki. Tað sigst, at ungur bar fram bønarorð til Gyðju, dóttir Eirik kong í Hordalandi, men hon vildi ikki hava ein so "lítlan" kong. Øðrvísi varð, um hann hevði verið kongur yvir øllum Noregi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið