Jólamaðurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Faroese christmas seals 2005 - santa claus.jpg Jólamaðurin er ein góðvættur, ið sigst bera børnum gávur á jólum - ella fólk, ið er ílatið sum slík. Eyðkennisbúnin er í dag reyð klæði við hvítum skinnkraga og hvítt fullskegg - hóast Marius Johannesen sáli í sanginum "Eg eri jólamaðurin..." letur hann vera í føroyskum klæðum og búgva í heyggi eins og huldufólkini: "Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi." Tað er tó útlendska myndin av jólamanninum, ið hevur sigrað. Hugmyndin um jólamannin er við handilsmentan komin uttaneftir, og er sama fyribrigdið sum Santa Claus í enskttalandi heiminum. Upprunin til Santa Claus er Santa Nikolaus frá Myra, sum Niklasarmessa er til minnis um.

[rætta] Sí eisini

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál