Benadikt XVI
Benadikt XVI pávi er føddur 16. apríl 1927 í býnum Marktl am Inn í Týsklandi sum Joseph Alois Ratzinger. 85 ára gamli Ratzinger er konservativur, trúgvur móti lærusetninginum og berjist hart móti liberaliseringum í rómversk-katólsku kirkjuni. Hann var erkibispur í München, áðrenn hann gjørdist leiðari í deildini hjá Vatikaninum fyri spurningar um lærusetningin. Hesa støðuna brúkti hann millum annað til at berja niður suðuramerikonsku frælsisteologina, sum var ávirkað av marxismu. Ratzinger er kendur fyri at hava verið høgra hond hjá Jóannes Pálli II páva.
Tann 85 ára gamli pávin Benadict XVI almannakunngjørdi 11. februar 2013, at hann fór frá sínum embæti, sum tann fyrsti pávin síðani Gregory XII í 1415. Orsøkin er, at Pávin ikki longur metur seg hava heilsu til at halda fram.
Keldur [rætta]
Útvortis ávísing [rætta]
Sí eisini [rætta]