Skjaldbøkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skjaldbøkur
Florida Box Turtle Digon3 re-edited.jpg
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Reptilia
Røð: Testudines
Súpanarskjaldbøka (Chelonia mydas) á Hawaii.

Skjaldbøkur (frøðiheiti - Chelonia, Testudines ella Testudinata) er ein bólkur av skriðdjórum. Skjaldbøkur eru býttir sundur í 270 ymisk sløg. Tey halda til í heitum sjógvi í Atlantshavi, Indiahavi og Kyrrahavi. Skjaldbøkur eru ymiskar til støddar; tann stóra leðurskjaldbøkan verður 1-3 metrar long og vigar upp ímóti 920 kg. Tann vanliga eysturamerikanska móruskjaldbøkan verður bara 7-12 cm. Súpanarskjaldbøkan og aðrar havskjaldbøkur kunnu svimja 30 km/t. Skjøldurin er umleið 60 samanvaksnar beinplátur. Bakskjøldurin er kúputur; búkskjøldurin er flatari. Landskjaldbøka er lítið broytt seinastu 200 mió. árini. Summar landskjaldbøkur verða eldri enn 100 ár.

Í øllum heiminum verður roknað við, at yvir 1 millión sjófuglar og 100.000 havsúgdjór og skjaldbøkur doyggja árliga, tí tey gerðast føst í ella eta burturkast.