Mayaríkið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Millum 250 og 900 e.Kr. búðu mayaindiánar í Miðamerika, og teir dugdu væl at skipa sær samfelagið.

Mayaríkið var mong fræls býarríki í Miðmeksiko. Copán, Palenque og Tikal, seinni Chicén Itzá og Uxmal, vóru ímillum tey máttmestu. Tá ið Mayaríkið var mætast úr 4. øld upp í 9. øld, røkk tað av slættlendinum á Yucatánnesi í Meksiko til regnskógin í Péten í Guatemala. Mayamentanin breiddi seg fyrst til láglendið miðskeiðis í Meksiko og haðan norður á Tucatánnes. Har norðuri blómaði hon upp í 16. øld. Teir bygdu borgir og steintempul, sum líktust pýramidum. Mayaindiánar dugdu væl at velta, og neyðugt var, at bøndurnir samstarvaðu. Skilagott var arbeiðslag teirra, teir veltu mest mais, bønir og graskar á teimum smáu dyrkaðu teigunum. Hvør býur hevði sín egna valdsharra og andligan miðdepil, har fólkið dýrkaði gudarnar, og menniskju vórðu offrað. Valdsharrirnir í býríkjunum lógu ofta í bardaga sínaámillum, og kríggjaðust teir um at taka fólk til fanga, sum teir offraðu til gudarnar at blíðka teir. Úr triðju øld og til uml. 800 e.Kr., framdi mayafólkið eina ovurstóra byggiverkætlan og bygdi stórar býir við tempulpýramidum, leikvøllum, borgum og almennum bygningum. Uttan um býirnar búðu mangir bøndur. Teir ruddaðu skógin og dyrkaðu grønmeti, tubbak, mais og kakao, og høvdu kalkunir og dunnur, umframt at teir høvdu býflugur í holaðum viðarbulum. Fólkið í bygdunum livdi av tí, sum jørðin gav, og seldi býarfólkunum mat. Mest var etið mais, men tey ótu eisini chilli, bønur og kjøtmat.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]