Aleqa Hammond

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aleqa Hammond

Aleqa Hammond (fødd 23. september 1965 í Narsaq, vaks upp í Uummannaq)[1] er ein grønlendskur politikari.

Hon var forkvinna fyri Grønlands Landsstýri (stjórnarleiðari) frá 5. apríl 2013 til 30. september 2014 og forkvinna fyri tann sosialdemokratiska flokkin Siumut í tíðarskeiðnum frá 2. juni 2009 til 1. oktober 2014.

Hon vaks upp í Norðurgrønlandi, pápi hennara, Piitaaraq Johansen, var veiðimaður og doyði í einari vanlukku meðan hann var á veiðiferð, tá var Aleqa bert 7 ára gomul.[2] Mamma hennara, Ane-Marie Johansen (født Hammond), býr enn í Uummannaq. Í sínum ungdómsárum hevur hon ferðast kring stóran part av heiminum, eitt nú hevur hon verið á einum lestraruppihaldi á Nunavut Arctic College í 1989-91. Aleqa hevur HF-prógv og gekk nøkur ár á universitet i Kanada og í Grønlandi, men gjørdi seg ikki lidna við lesnaðin. Hon hevur starvast innan ferðavinnu og onnur øki, áðrenn hon fór uppí politikk. Í mars 2013 førdi hon flokk sín til stóran sigur, og so gjørdist hon fyrsta kvinnan, ið gjørdist stjórnarleiðari í Grønlandi.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aleqa Hammond Archived 2013-04-12 at Archive.today Siumut
  2. Beyond the ice The Guardian, 11. desember 2008