Alpurnar
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Alpurnar eru ein stór Evropeisk fjallaketa. Tær røkka frá Eysturríki og Slovenia í eystri, gjøgnum Italia, Sveis, Liktinstein og Týskland; til Fraklands í vesturi. Alpurnar eru ungur fjallaryggur. Kjølurin í Noregi er 10 ferðir so gamal. Tí hevur tíðarinnar tonn ikki máað so nógv burtur av Alpunum, og enn eru fjøll í Alpunum, sum er hægri enn 4800 m.
Hægst uppi í Alpunum í Miðevropa eru nógvir jøklar. Í ístíðini lógu Alpurnar sum Norðurlond undir ísi. Meðan jøklarnir skruddu, máaðu teir nógv lendi burtur, og eftir vóru stórir u-skapaðir dalar. Í hesum dølum er fruktagott lendi. Har eru mangir býir og nógv gistingarhús. Um veturin standa tey á skiðum í Alpunum, og um summarið ganga tey á teimum vøkru og stórslignu fjøllunum.
[rætta] Hægstu Fjøllini
-
- Mont Blanc (4,810 m)
- Monte Rosa (4,634 m)
- Dom (4,545 m)
- Weisshorn (4,506 m)
- Matterhorn (4,478 m)
- Grand Combin (4,314 m)
- Finsteraarhorn (4,273 m)
- Aletschhorn (4,193 m)
- Barre des Écrins (4,102 m)
- Gran Paradiso (4,061 m)