Mont Blanc ella Monte Bianco (føroyskt: Hvítt fjall) er hægsta fjall í Alpunum og Vestur Europa. Tað rísur 4,810.45 metrar[1] og er tað 11 hægsta fjallið í verðini. Jacques Balmat og Michel Paccard úr Fraklandi vóru fyrstir upp á Mont Blanc. Tað var 8. august 1786.
- ↑ The Sydney Morning Herald - Mont Blanc shrinks by 45cm in two years (enskt)