Eystrasalt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Eystrasalt og londini í økinum

Eystrasalt ella Baltiskahavið er eitt umleið 413 000 ferkilomera stórt og upp til 459 metrar djúpt hav med brakkvatni í norður Europa, minni salt enn t.d. Atlantshavið, men tó ikki fekst vatn. Eystrasalt hevur politiskt mark í vestri til Danmark og Svøríki, í eystri til Finland, Russland, Estland, Lettland och Litava, í suðri til Pólland og Týskland.

Eystrasalt rennur út í Norðsjógvin gjøgnum Oyrasund, Lítlabelt og Stórabelt. Við Álandsoyggjarnar er eitt avmarkað smalt sjóøkið, sum verður nevnt Bottenhavið. Við Umeå er eitt annað smalt økið, Kvarken, sum skilur Bottenhavið frá Botnisku víkini. Frá norðara parti av Eystrasalti eru tvær stórar víkir: Finska víkin (millum Finland og Estland) og Rigavíkin.

Við strendurnar og í skergørðunum frystir Eystrasalt til ís um veturin. Bottenvíkin er altíð fullkomiliga løgd undir ís partar av vetrinum, tað sama er galdandi fyri teir innaru partarnar av Finnsku víkini. Tað kann henda at Beltini og Oyrasund frysta, men tað hendir ikki ofta, og ávisar vetrar kann drívísur ella pakkísur vera at finna har.[1][2]. 1658 fór Karl X Gustav við einari svenskari herdeild yvir um tey frystu sundini Lítla- og Stórabelt í Danmark.

Í Eystrasalti eru fleiri stórar oyggjar, eitt nú Gotland, Öland, Bornholm, Dagoy, Ösel, Áland og Rügen.

Størri áir, sum renna út í Eystrasalt: Neva, Wisła, Oder, Daugava, Njemen, Dalälven, Torneáin, Kemijoki, Oulujoki og Narva.

Størri býir við strendurnar í Eystrasalti: St. Pætursborg, Stokkhólmur, Helsingfors, Kiel, Rostock, Stralsund, Gdansk, Riga, Stettin (Szczecin), Gdynia, Kaliningrad, Tallinn (onkuntíð verða eisini býirnir Keypmannahavn, Malmö og Klaipėda taldir við).

Tey fiskasløg ið verða mest fiskaði í Eystrasalti eru brislingur, sild og toskur. Laksur verður eisini fiskaður í Eystrasalti.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. MERI, rapport 27. [1]
  2. Finnish Institute of Marine Researchs heimasíða [2]