Malmö

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Malmö.

Malmö er ein býur í Malmö kommunu í Svøríki. Býurin er størsti býur í Skåne 280.415 (2010)[1] og triðstørsti býur í Svøríki við umleið 280.000 íbúgvum í sjálvum býnum og umleið 298.000 í kommununi. Býurin fevnir um 71,76 km2 og hevur ein fólkatættleika á 3.908 pr. km2. Í 2013 var býurin vertur fyri Eurovision Song Contest. Oyrasundsbrúgvin er beint sunnanfyri Malmö og bindir Svøríki saman við Danmark. Brúgvin hevur skapt nýggju regiónina, sum verður nevnd Oyrasundsregiónin (Øresundsregionen). Eftir at brúgvin lat upp, eru rættiliga nógvir danir fluttir til Malmö og aðrir svenskir býir at búgva, og nógvir svenskarir pendla dagliga millum Svøríki og Danmark til arbeiðis.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Býurin varð stovnaður í 1275 og var í fleiri ár næststørsti býurin í Danmark. Býurin verður fyrstu ferð umrøddur ár 1200, og verður tá nevndur Malmoghe ella Malmhauge. Við friðaravtaluni hin 26. februar 1658, sum verður nevnd Roskilde friðurin (Roskilde freden), vóru danir og norðmenn noyddir ta lata Malmö og alt Skåne til Svøríkis, og síðan hava hesi øki verið ein partur av svenska ríkinum. Danmark og Noreg vóru tá eitt ríki.

Býarpartar[rætta | rætta wikitekst]

Býarpartar í Malmö

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tätorter 2010

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Flag of Sweden.svg Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana