Riga
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Riga við Daugava.
Riga (lettiskt: Rīga) er høvuðsstaður í Lettland, og hevur umleið 728.000 íbúgvar. Hann er helst lívligasti høvuðsstaður í Baltalondum og er virkin mentanarmiðdepil. Lettland hevur sterk søgulig bond til Týsklands, hetta sæst týðiliga á hvørjum horni í Riga - í byggilistini, á mótanum, og her eru mong týsk ferðafólk. Riga hevur verið týðandi handilsbýur síðan í miðøld.