Læsø kommuna
Læsø kommuna | |
---|---|
Land | Danmark |
Høvuðsstaður | Byrum |
Vídd | 101,22 km2 |
Íbúgvar 2014 | 1.808 |
Borgarstjóri | Tobias Birch Johansen |
Heimasíða | www.laesoe.dk (danskt) |
Læsø kommuna (Danskt: Læsø kommune) er ein kommuna, tann minsta í Danmark. Fjórða hvørt ár velja øll eldri enn 18 ár 9 fólk í kommunustýrið. Læsø er ein av teimum 11 kommununum í Región Norðurjútlandi. Allur landsparturin er felags um sjúkrahús, skúlar til ung og tilkomin og høvuðsvegirnar. Landsparturin rindar eisini ein part av tí, tað kostar at hava ferju at sigla á Læsø.
Á Læsø búgva eini 1.800 fólk, men hvørt summar liggja eini 100.000 ferðafólk nátt í oynni. Fá ferðafólk fara avstað aftur sama dag, tey koma. Umleið 24 fólk búgva á hvørjum km2. Í skúlanum ganga 320 børn úr 1. flokki upp í 10. flokk. Eingin privatskúli er í oynni.
Besta sambandið til Læsø er ferjan. Hon siglir ímillum Frederikshavn og Vesterø Havn tvær, tríggjar ferðir um dagin um veturin og tríggjar, fýra ferðir um dagin um summarið.
Býir í Læsø kommunu
[rætta | rætta wikitekst]Størstu býir í kommununi[1] | ||||
Nr | Býur | Íbúgvar (2011) | Íbúgvar (2012) | Frá/til |
---|---|---|---|---|
1 | Byrum | 443 | 451 | +8 |
2 | Vesterø Havn | 413 | 390 | -23 |
3 | Østerby Havn | 294 | 288 | -6 |
- | Landøkið | 798 | 768 | -30 |
- | Tilsamans | 1.949 | 1.897 | -52 |