Grevlingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Grevlingur (frøðiheiti - Meles meles) er rándýr av máraætt við hvítt høvd við svartari rípu hvørjumegin. Grevlingur grevur sær gongskipan, grevlingagrøv. Hann grevur ofta inn í brekku ella millum trærøtur. Hvørt ár veksur hann sær holurnar. Stór grøv kann vera reiðiliga 100 ár og hava einar 20 dyr. Einir 15 grevlingar kunnu vera í somu grøv. Bólið gera teir úr grasi, mosa og bløðum, og javnan leggja teir nýtt í bólið. Grevlingur leggur í feb.-mars uppí 5 ungar. Um summarið spæla ungarnir við holumunnan.