Sjúrður Skaale

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale (f. 8. mars 1967 í Havn), útbúgvin bachelor (BA) í Stjórnmálafrøði, skemtari, sangari og politikari. Harumframt hevur hann verið tíðindamaður. Sjúrður er sonur Jóannes og Óluvá Skaale. Hann er giftur við Súsonnu O. Skaale.

Politikarin Sjúrður Skaale[rætta | rætta wikitekst]

Sjúrður er virkin innan føroyskan og danskan politikk. Hann varð valdur á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi í 2008 og sat har til 2011. Hann var limur í Løgtinsins Mentanarnevnd. Sjúrður var eisini varalimur til Fólkatingið 2007-2011 og møtti fast fyri Høgna Hoydal frá 19. februar 2007 til 8. september 2008. Eftir nakað av skriving í bløðunum, har hann og formaður floksins, Høgni Hoydal, ikki drógu somu línu viðvíkjandi stjórnarskipanini, tók hann seg úr flokkinum í 2011. Hann var leysgangari í nakrir mánaðir, síðan meldaði hann seg inn í Javnaðarflokkin og stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið sum var 15. september 2011. Hann gjørdist toppskorari fyri flokkin við 1539 atkvøðum[1] og varð valdur á Fólkating, sum annað av føroysku umboðunum. Hann er formaður fyri Fólkatinsins Føroyanevnd (Færøudvalg), limur í delegatiónini til Norðurlandaráðið og varalimur í Fólkatingsins Uttanríkisnevnd.

Skemtarin Sjúrður Skaale[rætta | rætta wikitekst]

Sjúrður og Skaale framførir her konseptið Pipar & Salt saman við Jákupi Veyhe á Jóansøku 2011, tá teir gjørdu eitt væleydnað "come back".

Sjúrður er kendur fyri at hava gjørt skemtisendingarnar Pipar & Salt saman við vinmanninum Jákupi Veyhe og hevur eisini gjørt skemtirøðina 'E Elski Førjar'.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kringvarp.fo

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið