Kalmarsamveldið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Kalmarsamveldið (Danskt/Norskt/Svenskt: Kalmarunionen)

Tann hendingin, sum fór fram í svenska býnum Kalmar um miðjan juni 1397, hevði drúgvar fyritreytir í norðurlendskari søgu og norðurlendskum politikki – í øllum trimum ríkjunum.

Tá ið Hákun 6. Magnusson av Noregi í 1355 gjørdist myndugur, var Noregs ríki ikki tað, tað einaferð hevði verið. Svenskir aðalsmenn, ofta giftir inn í norskar stórættir, og danskir kirkjumenn mannaðu nú ríkisráðið. Noreg og Svøríki komu aftur undir sama kong, beint ímóti einum sáttmála frá 1343. Svenskir stórmenn settu Eirik Magnusson frá sum kong, og í 1362 varð Hákun 6. av Noregi valdur til kong av Svøríki eisini. Tey politisku viðurskiftini í Svøríki vóru ógvuliga ótrygg. Saman við teimum týsku hansastøðunum høvdu sviar verið í kríggi móti danska konginum Valdemar Atterdag, men fóru so knappliga í part við danakongi móti týskarunum.

Kalmar-fundurin hevði eisini eina persónliga bakgrund. Ein partur av friðinum millum Valdemar kong og teir svensku stórmenninar var, at Valdemar í 1363 læt 10 ára gomlu dóttur sína Margretu giftast við Hákuni 6., sum var 23 ára gamal. Við hesum politiska hjúnalag vónaði Valdemar kongur at fáa í lag eina samgongu móti týskarunum, sum, tá ið hann tók við sum kongur, áttu tað mesta av Danmark sum veð. Men stutt eftir var Hákun 6. settur frá sum kongur í Svøríki, og ein týskur maður, Albrecht av Mecklenburg, varð tikin til kong.

Hákun 6. átti ein son í hjúnalagnum við Margretu Valdimarsdóttur. Hann æt Ólavur Hákunarson. Í 1376 bar Margreta so í bandi, at hann arvaði Danmarkar ríki eftir abba sín Valdemar, sum var deyður árið fyri. Tá ið faðir hansara Hákun 6. doyði í Oslo í 1380, 40 ára gamal, arvaði hin 10 ára gamli junkarin Ólavur Noregs ríki aftur-at – við øllum skattlondunum fyri vestan: Orknoyum, Hetlandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Móðir hansara sat einkja 27 ára gomul.

Men Ólavur Hákunarson doyði longu í 1387, 17 ára gamal. Eftir arvareglunum skuldi tá sonur Albrecht av Mecklenburg og sonur eldru systur Margretu havt arvað krúnuna. Harvið hevði valdstøða Margretu verið burtur. Men hon stóð nú so sterk, at bæði verðsligir og kirkjuligir harrar, fyrst í Danmark og síðan í Noregi, valdu hana til <<frue og husbonde og hele rigets fuldmægtige formynder>>. Til arving eftir seg, sum í grundini ikki var drotning uttan tað, at hon hevði verið gift við einum norskum kongi, setti hon systursonin Eirik av Pommern, sum eftir fornum siði varð tikin til kong á Oyrartingi í Noregi í 1389. Tvey ár seinni fekk Margreta Svøríki afturat, tá ið sviar settu Albrecht frá og buðu henni valdið. Veturin 1395-1396 varð Eirikur valdur til kong á teimum donsku landstingunum, og sama summarið tóku sviar hann til kong á stórmannafundi í Uppsala. Eirikur av Pommern ráddi tá yvir trimum ríkjum.

Tá ið Eirikur varð myndugur í 1397, stevndi Margreta umboðsmonnum fyri ríkisráðini í øllum trimum ríkjunum til fundar í svenska býnum Kalmar til krýningarhátíðarhald. Í tí sambandi varð hitt sonevnda Kalmarsamveldið til.

Tey trý norðurlendsku ríkini skuldu hava felags kong. Eitt pergamentsbræv váttar hesa avgerð. Brævið ber innsiglini hjá 67 norðurlendskum aðalsmonnum. Frá hesum fundi er eisini eitt annað skjal, tað sonevnda samveldisbrævið, skrivað á pappír og við bara 10 stórmannainnsiglum, sum ikki hanga undir skjalinum, sum diplomatariskur siður var, men eru trýst inn á pappírið. Hetta er fyrsta almenna skjal í Norðurlondum, sum er skrivað á pappír. Eftir innihaldinum at døma er tað ein stevnuskrá fyri eitt samveldi: ríkini skuldu hava felags kong, felags uttanríkispolitikk og halda frið sínámillum, men annars stýrast eftir egnum lógum.

Millum søgumenn hevur verið nógv kjak um hetta skjal; men í dag verður yvirhøvur hildið, at talan er um eitt frumrit (og tí er tað skrivað á pappír) til ein samveldissáttmála, soleiðis sum umboðsmennininir fyri ríkisráðini vildu hava hann, og sum gav teimum tað veruliga valdið í ríkjunum, hóast tey høvdu kong í felag, meðan Margreta vildi hava sterkt kongsvald. Men tá ið hon ikki fekk trýst hesa ætlan ígjøgnum, eru hesar samráðingar helst endaðar. Men alla samveldistíðina hómast ein spenningur millum hesar báðar politisku uppfatanir og hesi bæði áhugamál: aðalsvald ella sterkt kongsvald.

Meðan Noreg við Vesturhavsoyggjunum var saman við Danmark til 1814, fór Svøríki longu í 1446 úr samveldinum, og danskar royndir at fáa sviar uppí aftur, t.d. hjá Kristiani 2. árini 1520-1523, miseydnaðust.

Tær einastu slintrurnar, sum eftir eru av hesum stórt ætlaða samveldi, eru Føroyar og Grønland. Eftir sita bara teir, sum ikki vóru hjá.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]