Región Suðurdanmark

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort ið vísir, hvar ið Región Suðurdanmark er.

Región Suðurdanmarkdonskum máli: Region Syddanmark) fevnir um kommunurnar, ið vóru í fyrrverandi amtunum: Fyns, Ribe og Sønderjyllands amtum, umframt tær nú fyrrverandi kommunurnar: Børkop, Egtved, Fredericia, Give, Jelling, Kolding, Lunderskov, Vamdrup og Vejle, ið hoyrdu til Vejle Amt. Miðfyrisitingin hjá Regiónini liggur í Vejle.

Í regiónini eru 22 kommunur, harav 3 tær fólkaríkastu eru Odense, Esbjerg og Vejle við ávikavist uml. 187 000, 114 000 og 105 000 íbúgvum. Fanø kommuna hevur lægsta fólkatal í regiónini við umleið 3 000 íbúgvum. 3 av teimum 22 kommununum í regiónini vórðu ikki lagdar saman við øðrum kommunum á tí seinasta kommunalreforminum: Odense, Fredericia og Fanø.

Við einum fólkatali á umleið 1,2 mio. er Región Suðurdanmark triðstørsta región í Danmark eftir Høvuðsstaðin (1,7 mio.) og Miðjútland (1,27 mio.) Eftir vídd er regiónen tann næststørsta við 12 191 km², bara Región Miðjútland er størri við 13 142 km².

Statsligar uppgávur í Región Suðurdanmark vera viðgjørdar í Statsforvaltning Suðurdanmark.

Kommunur í regiónini[rætta | rætta wikitekst]

Kommunurnar í Región Suðurdanmark
Kommunurnar í Región Suðurdanmark

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið