Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Virðisløn, ið Tórshavnar Býráð letur á hvørjum ári. Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens hevur verið latin síðani 1958.

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verður latin trimum fólkum, ið verða hildin at hava bókmentaligt og mentanarligt virði. Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

Upphæddin verður ásett av Tórshavnar Býrað. Ein fimmmannanevnd ætlar um og ger av hvør ella hvørji, ið virðisløn skulu fáa. Tórshavnar Býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein.

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.

Virðislønirnar verða latnar 17. september, sum er føðingardagur M. A. Jacobsens. Býráðsformaðurin handar vanliga vanliga teimum virðisløntu virðislønina saman við skrivi frá fimmmannanevndini, har tilskilað er, hvørji verk, virðislønirnar eru givnar fyri, og hvat nevndin metti gjørdi verkini virðislønarverd. Á sama hátíðarhaldi verður eisini Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs handað.

Hesi hava fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens gjøgnum árini[rætta | rætta wikitekst]

  Fagurbókmentir Yrkisbókmentir Annað mentanaravrik
2014 Kim Simonsen Óli Olsen Margreta Næss
2013 Katrin Ottarsdóttir fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki Poul Jespersen Turið Sigurðardóttir fyri at hava týtt nógv til føroyskt
2012 Jóanes Nielsen fyri Brahmadellarnir frá 2011. Eivind Weyhe Jens-Kjeld Jensen, nevndin segði m.a. at hann síðan hann kom til Føroya í 1970 hevur granskað føroysku náttúruna sum fáur.
2011 Ongin Nicolina Jensen Beder fyri Seyður ull og tøting[1] Jógvan Isaksen fyri sítt virksemi í Mentunargrunni Studentafelagsins við at útgeva føroyskar bøkur
2010 Tóroddur Poulsen fyri Útsýni.[2] Rógvi Mouritsen fyri bókina Fiskar undir Føroyum Bjørki Geyti fyri Føroya Sjósavn[3]
2009 Vida Akselsdóttir Højgaard[4] Birgar Johannessen fyri Havnin - fólk og yrki[5] Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen fyri tíðarritið Vencil[6]
2008 Sólrún Michelsen Hanus Kjølbro Anna Kirstin Thomsen
2007 Martin Joensen Petur Jacob Sigvardsen Laura Joensen
2006 Carl Jóhan Jensen Guðrun Gaard Ebba Hentze
2005 Ongin Turið Kjølbro Jón Tyril
2004 Sigri M. Gaïni Gianfranco Contri Mortan Winther Poulsen
2003 Ongin Marianne Clausen Vilhelm Magnussen
2002 Oddvør Johansen Andras Mortensen Kristian Blak
2001 Annfinnur í Skála Bogi Hansen Zacharias Hammer
2000 Oddfríður Marni Rasmussen Zakarias Wang Rigmor Restorff
1999 Ongin Dorete Bloch Martin Tórgarð
1998 Ongin J.P. Gregoriussen Frits Johannesen
1997 Petur Jensen Doris Hansen Ólavur Hátún
1996 Ongin Elin Súsanna Jacobsen Árni Dahl
1995 Kári P. Martin Næs Ongin
1994 Ongin Jógvan Isaksen Ongin
1993 Jens Pauli Heinesen Malan Marnersdóttir Oskar Hermannsson
1992 Tóroddur Poulsen Ongin Ongin
1991 Bárður Jákupsson Jóhan Hendrik Winther Poulsen Ongin
1990 D. P. Danielsen Svenning Tausen Ongin
1989 Carl Jóhan Jensen Axel Tórgarð Ongin
1988 Rói Patursson Sigurd Berghamar Karsten Hoydal
1987 Astrid Joensen Eyðun Andreassen Sigurð Joensen
1986 Hanus Andreassen Hans Jacob Debes Ongin
1985 Heðin M. Klein Niels Juel Arge Kristian O. Viderø
1984 Jóanes Nielsen Jóhannes av Skarði Ongin
1983 Oddvør Johansen Jørgen M. Olsen Petur W. Háberg
1982 Gunnar Hoydal Jóannes Rasmussen Ongin
1981 Steinbjørn B. Jacobsen Erlendur Patursson Ongin
1980 Christian Matras Hanus Andreassen Ongin
1979 Regin Dahl Bjarni Niclasen Ongin
1978 Hans Thomsen Maria Eide Petersen Ongin
1977 Alexandur Kristiansen Jeffrei Henriksen Ongin
1976 Richard Long Óluva Skaale og
Marius Johannesen
Ongin
1975 William Heinesen Sámal Johansen Ongin
1974 Guðrið Helmsdal Jákup í Jákupsstovu Ongin
1973 Jens Pauli Heinesen og
Regin Dahl
Einar Joensen, Poul Petersen
og Katrina Østerø
Ongin
1972 Ongin Ongin Ongin
1971 Ongin Ongin Ongin
1970 Ongin Ongin Ongin
1969 Jens Pauli Heinesen og
Rói Patursson
Hans J. Glerfoss og
Hanus D. Joensen
Ongin

Áðrenn 1969[rætta | rætta wikitekst]

Áðrenn 1969 vórðu hesar mentanarvirðislønir latnar:

1968 Robert Joensen
1967 Johanna Maria Skylv-Hansen
1966 Hans Dalsgaard og Jógvan Símun Hansen
1965 Christian Matras og Páll J. Nolsøe
1964 Heðin Brú
1963 Poul F. Joensen
1962 Martin Joensen
1961 Karsten Hoydal
1960 Valdemar Poulsen
1959 R. K. Rasmussen og Jens Pauli Heinesen
1958 Jóan Christian Poulsen og T.N. Djurhuus

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. BBS.fo, Nicolina Jensen Beder - Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011
  2. Samfundet-Sverrige-Faroarna.se, Nominerad till Nordiska rådets litteraturpris
  3. FaroeNature.net
  4. http://aktuelt.fo/grein/vida_besti_rithovundur
  5. BBS.fo, Birgar Johannessen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2009
  6. BBS.fo, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2009

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]