Hvítanes er ein bygd á eystursíðuni á Streymoynni sunnanfyri Kaldbaksfjørð og út móti Tangafirði. Um 96 fólk búgva á Hvítanesi. Hvítanes er niðursetubygd frá 1830unum. Niðursetumenninir komu flestir úr Kollafirði. Henda búseting er í skaldsøgusniði lýst í skaldsøguni "Hvørt við sínar náðir" eftir D. P. Danielsen. Tað var Pløyen, amtmaður, sum í 1837 gav nøkrum monnum møguleika at gerast niðursetumenn á Hvítanesi. Fólk hevði ikki búð har áður, men í fleiri førum høvdu menn áleiðis av Skálafjørðinum til Havnar sett upp her.
Hvítanes er brimpláss, og tí hevur mangan verið trupult at koma á land. Niðursetufólkini fingu fyrst jørðina til leigu og seinri til keyps, og bygdin vaks. Hagi var eingin til bygdina, tí varð stórt arbeiði lagt í bøin, sum saman við útróðrinum var teirra livibreyð. Eftir at vegur kom millum Havnina og Hvítanes, og býurin er vaksin norðureftir við miklari ferð, er nærum samanbygt, og flestu hvítanesfólk arbeiða í Havn. Hvítanes er partur av Tórshavnar kommunu, men hóast tað er Hvítanes enn ein bygd við sínum eyðkennum, sum hvítanesfólk framvegis vilja varðveita.