Tórshavnar kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tórshavnar Kommuna
Tórshavnar Kommuna á Føroyakortinum.
Borgarstjóri Heðin Mortensen
Vídd 172,9 km2
Íbúgvar 19 905 (2011)
Tættleiki 112/km²
Heimasíða Torshavn.fo


Tórshavnar Kommuna er størsta kommuna í Føroyum. Tórshavnar Kommuna hevur umleið 19 905 íbúgvar (2011). Kommunan fevnir um Tórshavn, Hoyvík, Argir, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kollafjørð, Kirkjubø, Velbastað, Norðradal, Sund, Syðradal, Oyrareingir, Signabø Hestur, Koltur og Nólsoy.

Umleið 650 bátapláss eru í kommununi. Flestu teirra eru í Havn og á Argjum, tilsamans 520 pláss. Í Kollafirði og Signabø eru 74 pláss, í Nólsoy 25, og í Kaldbak og Hesti eru eini 15-20 í hvørjum stað.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Ráðhúsið í Havn er á Vaglinum mitt í býnum.

Tórshavn er gamal staður og frá fyrstu landnámstíðini varð høvuðsting føroyinga hildið á Tinganesi, nesinum sum skilir havnalagið sundur í Eystaruvág og Vestaruvág.

Tórshavn liggur mitt í landinum. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist handilsstaður og miðstøð føroyinga. Á nesinum vórðu goymsluhús og handilshús reist, her helt kongaligi einahandilin til, sum stóð fyri øllum vøruflutningi í Føroyum og ímillum lond.

Á nesinum og uttan um Eystaruvág var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í 1856.

Men staðurin hevði ikki sína egnu umsiting, var ikki býur, men bygd sum aðrar bygdir í landinum, skipað eftir avgerðum í tinginum og seinni av danska embætisverkinum, tá ið løgtingið varð niðurlagt í árunum 1816-1852.

Við nýggju donsku grundlógini í 1849 varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í danska ríkinum, og tann 16. februar 1866 kom lóg um Thorshavns kommunale Forfatning. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, Húsagarður og Álaker við tí, ið til teir hoyrdu.

Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, Borgerrepræsentationen, sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.

Í 1866 hevur Tórshavn verið kommuna. Nógv er broytt, kommunan gjørdist býur og keypstaður í 1908, landaøkið er vaksið og ikki minst er fólkatalið økt og liggur nú nær teimum 19 000. Býráðsumsitingin heldur nú til í gamla kommunuskúlanum frá 1894, gróthúsunum í miðbýnum.

Í meira enn 1000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í 1866 varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur høvuðsstaður.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis