Føroyar
|
|||
| Tjóðarslagorð: Onki | |||
| Tjóðsangur: Tú alfagra land mítt | |||
| Alment mál | Føroyskt og danskt [1] | ||
| Høvuðsstaður | Tórshavn | ||
| Drotning | Margretha drotning II | ||
| Løgmaður | Kaj Leo Johannesen | ||
| Fullveldi | Onki 1 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1 395,74 km² 0,5 |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
49 267 35/km² |
||
| Gjaldoyra | Føroysk króna | ||
| Tíðarøki | |||
| Økisnavn á alnetinum | .fo | ||
| Telefonkota | +298 |
||
| Spenningur | 230 V, 50 Hz | ||
| 1Føroyar hava síðan 1814 verið ein partur av danska ríkinum, men síðan 1948 havt egið heimastýri. | |||
Føroyar (danskt: Færøerne) (62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Føroyar er partur av Norðurlondum og Norðurevropa og hoyrir framvegis til Danmark. Íbúgvarnir verða nevndir føroyingar, og tungumálið er føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið løgting og egið flagg. Tó eru Føroyar ikki við í ES, hóast Danmark er.
Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri Hetland, 430 km frá Íslandi og 575 km vestan fyri Noreg. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km2 í alt. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.
Tann 1. juli 2011 búðu 49 267 fólk í Føroyum [2]. Umleið 19.300 búgva í høvuðsstaðarkommununi, Tórshavn, og uml. 4 700 fólk búgva í næststørsta býnum í Føroyum, sum er Klaksvík. Miðallívsævin í landinum er 79,29 ár [3]. Fiskivinnan er tann týdningarmiklasta inntøkukeldan í Føroyum, og fevnir hon um 95 % av øllum útflutningi úr Føroyum [4] .
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Søga
Høvuðsgrein: Føroya søga
Tá, ið ístíðirnar vóru av um ár 12 000-10 000 f.Kr., komu Føroyar undan ísinum, men enn lógu tær óbygdar í nógv túsund ár. Sjálvt eisini eftir at fólk um 4 000 f.Kr. búsettust í Orknoyum og Hetlandi. Eftir at ísurin var horvin, kom gróðurin umsíðir, borin av havstreymum og vindi, og líðir og dalar vallaðust. Rannsóknir av jóansøkugrasfræi kundu bent á búseting í Føroyum longu um 2300 f.Kr., m.a. í Hoydølum. Jóansøkugras er planta, ið fylgir menniskjum og dýrum. Pythias úr Massalia gjørdi umleið 310 f.Kr. rannsóknarferð út í Norðuratlantshavið. Hann kom til Bretlands, haðan sigldi hann í seks dagar norðureftir og síðani eystureftir og kom til land, ið hann nevndi Thule. Semja er ikki um, hvat land hetta var, gitt hevur verið Orknoyar, Hetland, Føroyar og Noreg.
Írski munkurin Dicuil skrivar í 825 bókina Liber de mensura orbis terrae (føroyskt: "Bók um mát jarðarkringsins"), har oyggjar, ið helst eru Føroyar, eru nevndar. At døma eftir fjarstøðu og landafrøðiligu lýsingini mugu hesar oyggjar vera Føroyar. Hann sigur, at norskir ránsmenn nú hava rikið einbúgvarnir burtur. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður umleið 825. 998 taka føroyingar við kristindóminum, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum Sigmund Brestisson og Trónd í Gøtu. Tróndur í Gøtu stendur á odda fyri mótstøðuni móti trúarskiftinum.
Føroyar verða nevndar sum biskupssetur í pávabrævi í 1133. Ormur, Føroya biskupur, er á kirkjufundi í Lund í 1139. Av tí at hann er hin 4. biskupurin, kann bispasetrið verða stovnað fyri 1100. 1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskupsdømi undir Nidaros erkabiskupsdømi. Erlendur bispur skrivar í 1298 Seyðabrævið í Kirkjubø, har múrurin síðani verður bygdur í 1300, men ikki liðugur. Erlendur er biskupur í Føroyum 1269-1308.
Vatikanríkið fær pæturspengar/rómaskatt úr Føroyum fyri árini 1319-1326. Rómaskatt guldu húsbøndur við ávísari ogn. At rokna eftir hesi uppgerðini vóru tá í minsta lagi 270 sjálvstøðug hús við hesi áogn í Føroyum. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar frá Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup.
Í Gablatíðini 1655-1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er í í Tinganesi, og flestu bygningar hjá handlinum brenna í grund. 1688 verður Norska Lóg galdandi í Føroyum. Stóra turkaránið er í Hvalba í 1629. Sjórænarar á tveimum skipum úr Algeria, ið tá var partur av turkiska Osmannaríkinum, drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 kvinnur og børn við sær til trælamarknaðin í Norðurafrika. Annað skipið fer á land í Hvalba og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 íslendingar vórðu seinni leyskeyptir úr trældómi. Men ongin føroyingur kom aftur.
Seyðabrævið verður týtt til danskt í 1637. Nú hava danskir myndugleikar ikki longur skilt tað norrøna málið. Seyðabrævið var í gildi, til Hagalógin kom í 1886. Síðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768-1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781-1788 er Føroyaferðin hjá Jens Christian Svabo, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782.
Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum. Eftir Fríðurin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt.
Ein avleiðing av kjakinum um undirvísingarmálið í fyribils skúlaskipanini verður, at V.U. Hammershaimb ger uppskot til føroyskt skriftmál í 1846, ið tekur støði í norrøna upprunanum. Við smærri broytingum er hetta tað skriftmál, vit nýta í dag. Giftingarbannið í “Trælalógini” frá 1777 verður tikið av. 28 føroyingar senda umbøn til stættartingið í Roskilde, um at fáa løgtingið endurreist sum ráðgevandi stovn. Brennivínsnýtslan er farin at vaksa. Avhaldsrørslan byrjar.
Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrsta val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin tann 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.
1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. Kvinnur sleppa tó ikki inn á skúlan fyrr enn í 1884. I hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskapurin byrjar. “Dimmalætting” (danskt Amtstidende for Færøerne) kemur út í 1878. Alt er skrivað á donskum.
Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til, at Føringafelag verður stovnað. Fundurin samtykti m.a., at virkast skuldi fyri:
- At kristniundirvísingin skuldi vera á før.
- At føroyskt skuldi verða fak í skúlanum.
- At undirvísast skuldi í føroyskari søgu.
- At loyvt skuldi verða at prædika á før.
- At stovnseta føroyskan háskúla.
At fremja hesi endamál varð Føroyingafelag stovnað ein mánað seinni. Í 1890 fór Føroyingafelag undir blaðútgávu. “Føroyingatíðindi” var fyrsta blað, ið varð skrivað á føroyskum. Jóannes Patursson og Rasmus Effersøe stóðu á odda fyri nýggju føroysku tjóðskaparrørsluni.
1899 verður Føroya Fólkaháskúli settur á stovn. Mortensens handil keypir eisini í 1889 fyrsta føroyska dampskipið Føring. Hann sigldi við fiski til Suðurevropa, og heim við aftur høvdu teir salt og aðrar vørur. Jákup Jakobsen doktari leggur fram sítt nýggja føroyska stavingarlag. Hetta byggir á framburðin (ljóðfrøðina) og ikki á upprunan (upprunafrøðina) sum stavingarlagið hjá Hammershaimb.
Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906-1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi 1918. Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi. 1937 setir Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin tann 13. desember 1938. Føroyskt bleiv kirkjumál tann 13. mars 1939.
1940-1945 eru Føroyar hersettar av Bretland. Tann 25. apríl 1940 bleiv Merkið góðkent sum føroyskt flagg. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940. Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing tann 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður.
1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðinga fiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965.
Føroyar fáa umboð í Norðurlandaráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerst limur í E.E.C.
Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan hjá Postverki Føroya er 1. apríl 1976. Árið fyri hevði danska postverkið útgivið frímerki við føroyskum teksti.
1977 fáa Føroyar 200 fjórðinga fiskimark.
Í byrjanini av 1990'unum valdaði kreppa í Føroyum. Kreppan, ið vardi frá '89 til '95, hevði við sær eina mikla fráflyting. Sagt verður, at umleið 10 % av samlaða fólkatalinum flutti av landinum, nógv av hesum til Danmarkar.
[rætta] Fólkið
Høvuðsgrein: Føroyingar
Føroyingar koma frá víkingum, sum av óvart komu til Føroyar, meðan teir sigldu vestur til Íslands. Í Føroyingasøgu kunnu vit lesa, at tað var norðmaðurin Grímur Kamban, sum fyrstur bygdi Føroyar. Menn halda tað verið í 825, hálvthundrað ár áðrenn víkingurin Naddoddur, sum var á veg úr Noreg til Føroya rak av leið og sum fyrsti norðmaður kom til Íslands. Hann støðaðist tó ikki har, men vendi aftur til Føroya. Serliga á Harald Hárfagra døgum, verður sagt í Føroyingasøgu, flýddi nógv fólk úr Noregi undan harðræði hansara, og settu búgv í Føroyum, aðrir í Íslandi og øðrum óbygdum londum.
Eftir hesum kunnu vit ætla, at føroyingar eru ættaðir úr Noregi, og tey fyrstu hundrað árini, teir hava búð í hesum oyggjum, munu teir ivaleyst hava kent seg sum norðmenn, og málið, teir hava talað, hevur verið norskt. Men nú eru liðin gott og væl túsund ár, síðandi fyrsti norðmaður búsettist í Føroyum, og í hesum árum hevur bæði mál og fólk broytt seg so mikið, at nú eru vit ikki longur norðmenn, vit eru føroyingar, og málið, vit tala, er ikki norskt, men føroyskt mál. Føroyskt er nær skylt við hini norðurlanda málini, serliga við norn, íslendskt og nýnorskt, og næstu skyldfólk okkara eru norðmenn, íslendingar, sviar og danir.
Jónas er tað mest vanliga drongjanavnið hjá nýføðingum í Føroyum í 2010 [5].
[rætta] Orðalýsing
Eingin ivi kann vera um, at ríkisrættarliga støða Føroya ger tað trupult at greina hugtakið føroyingur. Hetta kemst serliga av, at føroyingar ikki hava sjálvstøðugan føroyskan ríkisborgararætt, men eru fevndir av danska ríkisborgararættinum, sum er galdandi fyri alt danska ríkið. Ein føroyingur er tí í heimastýrishøpi einans "dansk statsborger henboende på Færøerne" og hvørvur sostatt hagfrøðiliga sum føroyingur, um hann flytur til Danmarkar. Hetta hevði við sær, at neyðugt var at skilmarka hugtakið "føroyskur útiseti". Henda skilmarking kundi verða nýtt sum grundarlag fyri leitan í dátasøvnunum hjá Danmarks Statistik. Avgjørt varð tí, í samstarvi við Danmarks Statistik, at hendan skuldi vera soljóðandi:
- 1. Ættarlið: Fólk, sum eru fødd í Føroyum, men sum í dag eru búsitandi í Danmark og hava ikki undanfarin ættarlið búsitandi í Danmark.
- 2. Ættarlið: Fólk, sum eru børn hjá 1. ættarliði og eru búsitandi í Danmark. Hesi kunnu annaðhvørt vera fødd í Føroyum ella aðrastaðni, til dømis í Danmark.
- 3. Ættarlið: Fólk, sum eru ommu- ella abbabørn hjá 1. ættarliði, og eru búsitandi í Danmark. Eisini hesi kunnu annaðhvørt vera fødd í Føroyum ella aðrastaðni, til dømis í Danmark.
[rætta] Føroyingar í Danmark
Sambært hagtølunum, búgva í alt 22.549 føroyingar, býttir yvir 3 ættarlið, í Danmark. Í 1. ættarliðunum er býtið millum kynini ógvuliga ójavnt, av 7.737 fólkum er ein meiriluti á 1.799 konufólk. Samanlagt eru 9.741 av teimum 22.549 fødd í Føroyum. Sum skilst av skilmarkingini av einum føroyingi í innganginum, eru øll 7.737 fólkini í 1. ættarliði fødd í Føroyum, hetta svarar til 79 % av teimum 9.741. Tey írestandi 2.004 eru tískil býtt á 2. og 3. ættarlið.
Teir 22.549 føroyingarnir, sum búgva í Danmark, svara til nærum helvtina (46,75 %) av samlaða fólkatalinum í Føroyum, sum 1. januar 2006 var 48.219 [6]. Føroysku útisetarnir eru tó einans 0,415 % av samlaða danska fólkinum, sum um sama mundið var 5.427.459. Øll trý ættarliðini hava tó til felags, at aldursbólkarnir 25-39 ár og 7-16 eru størstir. Hetta er felags fyri bæði kyn.
Eisini hava øll trý ættarlið til felags, at størsti parturin av hesum eru búsitandi í Keypmannahavnarøkinum, Norðurjyllands kommuna, Ribe kommuna og Århus kommuna. Minst av fólki býr í Bornholms Amt [7].
[rætta] Mál
Móðurmálið er føroyskt, sprottið úr forna norrøna málinum. Føroyskt líkist mest íslendskum og nøkrum dialektum av norskum, tó er føroyskt vorið ávirkað nógv av donskum. Tað at Føroyar liggja so langt burtur frá umheiminum hevur hjálpt føroyska málinum at vera verandi eitt sera sermerkt tungumál.
Í barnaskúlanum er undirvísing í málunum føroyskum, donskum og enskum kravd. Føroyingar flestir skilja hini norðurlandamálini, bæði skrivliga og munnliga.
[rætta] Átrúnaður
Høvuðsgrein: Átrúnaður í Føroyum
Átrúnaðurin hevur ein stóran leiklut í føroysku mentanini. Um leið 82,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku fólkakirkjuna,[8] og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 10 prosent, hoyrir til brøðrasamkomuna. Av tí at brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir.
[rætta] Politikkur
Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur
Føroyingar hava heimastýri, men eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og Danmark hevur ein umboðsmann, ríkisumboðsmannin, búgvandi her á landi. Síðani 1948 hava Føroyar verið ein sjálvstýrandi partur í danska kongaríkinum. Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk.
Landið hevur egið lóggávuting, Løgtingið, og egið flagg. Politiskt eru Føroyar skipaðar við løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Føroya Løgting verður valt av fólkinum, valrættaraldurin er 18 ár. Løgtingið velur løgmann, og úr teimum flokkum, sum styðja løgmannin, verða landstýrismenninir tiknir. Landsstýrismenninir kunnu saman við løgmanni vera í minsta lagi tríggir og í mesta lagi fimm. Løgmaður er hægsti føroyski embætismaður, og hann er formaður fyri Føroya Landsstýri, sum er hægsta føroyska ráð. Til danska fólkatingið velja føroyingar tveir limir, valrættaraldurin til fólkatingið er 18 ár. Til øll val her í Føroyum hava kvinnur valrætt, og kvinnur kunnu eins og menn veljast til øll álitsstørv.
Oyggjarnar eru skipaðar í seks sýslur, tær eru: Streymoyar sýsla, Sandoyar sýsla, Suðuroyar sýsla, Norðoya sýsla, Eysturoya sýsla og Vága sýsla. Hvør sýsla er so aftur skipað í fleiri kommunur, og fyri hvørja kommunu stendur eitt kommunustýri, sum verður valt av fólkinum. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt. Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.
Føroyar eru ikki limur í ES, og allur handil er skipaður við serligum handilsavtalum.
Seks politiskir flokkar sita á tingi. Á løgtingsvalinum 19. januar 2008 gjørdist úrslitið hetta:
| Flokkur | Tinglimir | % á vali |
|---|---|---|
| A. Fólkaflokkurin | 7 | 20,1 |
| B. Sambandsflokkurin | 7 | 21,0 |
| C. Javnaðarflokkurin | 6 | 19,3 |
| D. Sjálvstýrisflokkurin | 2 | 7,2 |
| E. Tjóðveldi | 8 | 23,3 |
| H. Miðflokkurin | 3 | 5,2 |
| L. Miðnámsflokkurin | 0 | 0,7 |
| Tilsamans | 33 | 96,8 |
Eftir valið skipaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin stjórn við 17 tinglimum. Hetta var ein lítil meiriluti, sum kom at merkja samstarvið ímillum flokkarnar. Henda samgongan skipaði seg við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni. Samgonguni var tó ikki langt lív laga, tí longu í september 2008 segði løgmaður samstarvið við Tjóðveldið upp. Orsøkin til uppsøgnina av samstarvinum handlaði millum annað um ósemju um undirsjóvartunnil til Sandoynna, ósemju um skerjing av fiskidøgum umframt ósemju um, hvat ráð skuldi hava eina skrivstovu úti í Tinganesi.
Eftir at samstarvið við Tjóðveldið var uppsagt, fór Jóannes Eidesgaard undir samráðingar við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Teir skipaðu samgongu í september 2008. Samgongan skipaði seg við Kaj Leo Johannesen sum løgmann. Henda samgongan er ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevur 20 av 33 tinglimum aftanfyri seg. Hetta er sermerkt, tí sum oftast hava samgongur 17 tinglimir aftanfyri seg.
Høvuðsyvirskriftin fyri hesa samgonguna er: Sjálvbjargni, altjóðagerð og samhaldsfasti.
[rætta] Evropasamveldið
Føroyar hava heimastýri í danska ríkinum. Hóast Danmark er limur í Evropasamveldinum (ES), eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum. Tó eru føroyingar danskir ríkisborgarar og kunnu tí í ávísum førðum, sum eru heft at bústaði, fáa tey rættindi, sum danski ES-sáttmálin fevnir um, til dømis rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi. Sum føroyingur kanst tú velja annahvørt føroyskt pass ella danskt ES-pass. Í veruleikanum hevur valið av passi onga ávirkan á, hvørji rættindi ein føroyingur fær, tá ið hann fer til eitt ES-land. Tað, sum er avgerandi, er bústaðurin. Hetta merkir, at ein føroyingur búsitandi í Føroyum hevur ikki rætt frítt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi sambært felagsmarknaðarrættinum. Hinvegin fær ein føroyingur, sum er danskur ríkisborgari, somu rættindi sum ein ES-borgari, er hann búsitandi í Danmark - uttan mun til um viðkomandi hevur føroyskt-danskt pass ella danskt ES-pass.
[rætta] Samkynd
At verða samkyndur hevur verði loyvt í Føroyum síðan 1933 tá tað bleiv gjørt lovligt í Danmark. Samstundis bleiv aldursmark fyri samkynd parlag set til 18 ár. Síðan bleiv tað í 1988 gjørt kynspartaleyst og harvið set til 15 ár [9]. Harðskapur orsakað av kynsligu orienteringini hjá offrinum verður bólkaður sum hatursbrotsverk, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er úrslit av einari søguligari nýggjari lóg í 2007: Rasismugreinin.
Sum lóggávan er í dag í Føroyum verða samkynd diskrimeraði. Tað heldur ein meiriluti í Fólkatinginum [10]. Í rættarskipanini verður munur gjørdur á samkyndum og hinkyndum. Eitt nú hava samkynd ikki loyvi at skráseta sítt parlag, og samkynd sleppa ikki at ættleiða. Var uppskot lagt fyri tingi í 2011, um at loyva samkyndum at skráseta seg í parlag, hevði tað ikki blivið samtykt [11]. Ein meiriluti ynskir ikki, at samkynd skulu hava somu rættindi í Føroyum, sum tey hava í øllum grannalondum okkara. Øll grannalond okkara loyva samkyndum at skráseta seg í parlagi. Í t.d. Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi, Bretlandi og Hollandi kunnu samkynt eisini adoptera.
Í Føroyum arbeiðir felagið Friðarbogin fyri rættindum og trivnaði fyri sam- og tvíkyndar føroyingar.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Mentan
Høvuðsgrein: Føroysk mentan
Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristin. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M.a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og er síðani nógv ment.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Landafrøði
Høvuðsgrein: Føroysk landafrøði
Føroyar liggja í Atlantshavi nøkurlunda miðskeiðis ímillum Norra, Skotland og Ísland. Mitt í Golfstreyminum í Norðuratlantshavi á 62 stigum norður. Her í Atlantshavi renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi sól, regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11 °C (52°F). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3 °C (37°F). Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur Golfstreymurin veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini.
Oyggjarnar eru 1 399 km2 til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 oyggjunum. Oyggin, sum einki fólk býr á, Lítla Dímun, er rættiliga lítil (0,82km2), og er umringað av brattum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans seyðir og fuglar búgva á oynni. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km., og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1 289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km. frá havinum. Tórshavn, sum er høvuðsstaður við umleið 20 000 íbúgvum, liggur sunnalaga í Streymoynni.
Hægsta fjallið er "Slættaratindur" 882 m. høgur. Í miðal eru fjøllini í Føroyum umleið 300 m. høg.
18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru mangir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1 395,74 km2. Umveldismark: 12 fjórðingar[12]. Størst er Streymoyggin, 373 km2, og minst er Lítla Dímun, 0,82 km2.
Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
Føroyar hava oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. Sjógvurin frystir ongantíð. Miðalhitin um veturin er umleið 3 (37 °F) stig og um summarið umleið 11 (51 °F) stig. Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst - á hásumri nærum alt samdøgrið. Hitin liggur ofta um 10 - 12 (50-53 °F) stig, men onkrar dagar krýpur hann upp í 20 (68 °F) stig. Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum.
Oyggjarnar, úr landnorðingi eru: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Kalsoy, Eysturoy, Streymoy, Nólsoy, Vágar, Mykines, Koltur, Hestur, Sandoy, Skúvoy, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Suðuroy.
[rætta] Sí eisini
- Býir í Føroyum
- Áir í Føroyum
- Fjøll í Føroyum
- Kommunur í Føroyum
- Oyggjar í Føroyum
- Hólmar í Føroyum
- Vøtn í Føroyum
- Tunlar í Føroyum
[rætta] Búskapur
Høvuðsgrein: Føroyskur búskapur
Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) hjá Føroyum í 2006 var 11 878 milliónir krónur. Skift á fólkatalið var bruttotjóðarúrtøkan umleið 250 000 krónur í 2006.
[rætta] Arbeiði
Í Føroyum er ein størri partur av fólkinum arbeiðsvirkin enn í øðrum londum. 93 % av mannfólkinum og 83 % av konufólkinum eru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Men ein stórur partur arbeiðir tó ikki fulla tíð. Av mannfólkunum arbeiða 81 % vanliga fulla tíð, meðan tað bert eru 45 % av konufólkunum, ið arbeiða fulla tíð. Heili 83 % av føroysku kvinnunum eru virknar á arbeiðsmarknaðinum. Samanbera vit við Vesturevropa undir einum, so er talið har bara 66 % av kvinnunum. Í Norðurlondum er tað Finnland, sum hevur lægstu luttøkuna av kvinnum á arbeiðsmarknaðinum við 73 %.
Størsti parturin av teimum arbeiðsvirknu eru løntakarar. Í november 2005 vóru 85 % av teimum arbeiðsvirknu løntakarar, 11 % vóru sjálvstøðug, og 5 % vóru ólønt. Í 1990 vóru 76 % av mannfólkunum løntakarar og 68 % av konufólkunum. Í 2005 vóru tølini 73 % av mannfólkunum og 74 % av konufólkunum. Ein størri partur av konufólkunum er sostatt komin út á arbeiðsmarknaðin. At løntakaraparturin millum mannfólk er minkaður, kemst helst av at alt fleiri arbeiða sum sjálvstøðugt vinnurekandi.
[rætta] Arbeiðsloysi
Áðrenn kreppuna í 1990'unum var lítil og eingin skráseting av arbeiðsloysi í Føroyum. Tá Arbeiðsloysistryggingin varð sett á stovn, bar til at fáa hagtøl um gongdina í arbeiðsloysinum. Í 1995 var miðalarbeiðsloysið 13 %, men minkaði síðan ár undan ári fram til 2002, tá tað var komið niður á 2,3 % av arbeiðsfjøldini. Síðani tá er tað komið nakað upp aftur, og í januar 2006 var tað gjørt upp til 3,6 %, ið er sera lágt sammett við onnur lond.
Arbeiðsloysið í Føroyum var metlágt í juni 2008 og var einans 1,1 % av arbeiðsfjøldini - hetta svarar til 312 fulltíðar arbeiðsleys. Í januar 2011 var arbeiðsloysið komið uppá 7,8 %, ið svarar til 2.085 (1.090 mannfólk og 995 konufólk) fulltíðar arbeiðsleys. Í talið er talan um størsta arbeiðsloysið síðan apríl mánaða í 1996 tá talið av fulltíðararbeiðsleysum var 2.344 fólk.
[rætta] Fiskiskapur
Føroysk skip fiskaðu í 2004 samanlagt 580 túsund tons á øllum havleiðum og umleið helvtin varð fiskað á føroyskum sjóøki. Hetta er meira enn tvífalt tað, sum fiskað var fyrst í 1990'unum. Nógv tann størsti parturin var tað vit kalla uppisjóvarfiskur, sum fiskað vórðu omanfyri 400 túsund tons av. Um 150 túsund tons vóru botnfiskasløg. Besta fiskiárið var 2003, tá fiskað vórðu 617 túsund tons, og tá vóru 420 tons av uppisjóvarfiski og 160 tons av botnfiskasløgum.
Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt umleið 95 % av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin - í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82 % av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16% í miðal árini 1998-2003.
Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2 400 fólk, ella 10 % av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin eru minni enn í 1990, tá tey vóru 2.900 og taldu góð 12 % av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10% av arbeiðsvirknum borgarum.
Føroyar vóru í 2003 á 25. plássi, tá talan er um størstu fiskiveiðitjóðir í heiminum, meðan Noreg var á 8. plássi, Ísland var á 11. plássi og Danmark á 18. plássi. Størstu fiskiveiðitjóðirnar eru Kina, Peru og Indonesia. Kina einsamalt fiskaði í 2003 næstan 10 miljardir tons, sum er 15 % av øllum heimsins fiskiskapi upp á 67 miljardir tons, næst teimum Peru, sum fiskaði 9% og síðani Indonesia 5 %.
[rætta] Uttanlandshandil
Í hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil.
Fiskur og fiskaúrdráttir eru 97 % av útflutningsvirðinum hjá føroyingum. Sambært hagtølum er ferðavinnan næststørsta vinnan, og eftir henni kemur útflutningur av ullvørum og øðrum tilvirkaðum vørum.
Innflutningurin umfatar allar tær vørur, sum okkum tørvar, meðan útflutningurin umfatar tær vørur, sum vit eru dugnalig til at framleiða. Innflutningurin er í so máta endamálið við uttanlandshandlinum, meðan útflutningurin er tað, vit lata afturfyri, fyri at fáa ráð til innflutning.
Í einum so lítlum landi sum Føroyum, er tørvurin á innflutningi stórur, tí vit hava ikki støddina og orkuna at framleiða tað breiða vøruúrval, sum okkum tørvar til at skapa neyðuga trivnaðin í tilveruni. So at siga allar vørur, sum okkum nýtist til at seta búgv við og til dagliga nýtslu hjá húsarhaldinum, koma úr útlondum. Somuleiðis koma flestallar vørur til vinnuligt virksemi úr útlondum, tí vit hava so at siga bara fiskin, eitt lítið sindur av landbúnaðarvørum og nakað av orkukeldum til egna nýtslu. Restin av vørunum koma uttaneftir.
At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði.
Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta - hóast ikki altíð - er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum.
[rætta] Keypara- og seljaralond
Inn- og útflutningurin av vørum, skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sambært Hagstovu Føroya:
| Útflutningur | Innflutningur | |
|---|---|---|
| 1. | ||
| 2. | ||
| 3. | ||
| 4. | ||
| 5. | ||
| 6. | ||
| 7. | ||
| 8. | ||
| 9. |
[rætta] Ferðavinnan
Seta við tølini saman fyri bæði loft- og sjóleiðirnar, so kann samlaða talið av útlendskum ferðafólkum til Føroyar roknast at vera 38.560 í 2008. Afturat teimum 38.560 ferðafólkunum koma tey, ið komu til Føroyar við ferðamannaskipi. Hesi vóru, við manning, 33.000. Samanlagda ferðafólkatalið av útlendingum í Føroyum kann sostatt sigast at vera 71.560. Visit Faroe Islands metti í 2005, at 45.000 ferðafólk vitjaðu Føroyar. Talið var mett at standa í stað í 2006.
[rætta] Ferðafólk komin loftvegis
Ferðafólkaflutningurin loftvegis til Føroyar er tann ferðabólkurin, ið hevur økt mest um ferðafólkatalið. Seinastu tíggju árini er ferðafólkatalið tvífaldað til uml. 230.000. Her er talan um komur og fráferðir. Metingar hjá Visit Faroe Islands meta, at 79 % av ferðafólkunum hjá Atlantic Airways eru føroyingar. Tað komu í 2008 111.033 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 21 % útlendingar, um vit fylgja metingum hjá Visit Faroe Islands, svarandi til 23.316 útlendingar (í 2006 21.690).
[rætta] Ferðafólk komin sjóvegis
Norröna, ið er einasta ferðamannaskip við regluligum túrum til Føroyar, flutti í 2006 31.533 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 46,5 % føroyingar. Hini 53,5 % komu í høvuðsheitum úr Skandinavia (33,8 %) og Norðurevropa (13,4 %) og vóru 16.870 av samlaða ferðafólkatalinum.
[rætta] Ferðamannaskip
Talið av ferðamannaskipum, ið koma inn á Tórshavn, tykist at vera í støðugum vøkstri. Nevnast kann, at í 1999 var talið av ferðafólkum, sum komu við ferðamannaskipum, stívliga 7000, uttan manning. Longu í 2006 var hetta talið nærum fýrafalda, tá talið av ferðandi var 25.000, uttan manning. Verður manningin tald við, vóru umleið 33.000 ferðafólk í hesum bólki í 2006. Ein kanning, sum var gjørd í 2006 av einum bólki, settur av Tórshavnar kommuna vísti, at ferðafólkini brúka í miðal bert 100 kr. hvør. Brúkar hvørt av ferðafólkunum 100 kr. í miðal, tá eru útferðir ikki íroknaðar, kann inntøkan roknast at vera 2,5 mió. kr. Um manningin verður tald við, er inntøkan 3,3 mió. kr. Tá samlaða BTÚ fyri Føroyar var 11.738 mió. kr í 2006 , var nýtslan hjá hesum ferðafólkunum einans 0,028 % av samlaðu bruttutjóðarúrtøkuni.
[rætta] Myndasavn
-
Børn á veg heim úr skúla í Tvøroyri.
[rætta] Sí eisini
[rætta] Slóðir
- Løgmansskrivstovan
- Hagstova Føroya
- Føroya landsbókasavn
- Allar bygdir í Føroyum (danskt)
- Skulin.fo Myndasavnið
- Kort yvir Føroyar
- Kringvarp Føroya - Útvarpið
- FaroeNature: alt um náttúrurna í Føroyum
- Lívið í Føroyum: myndir, fólkið, fiskiídnaðurin, bøkur og høvundar, dokumentarsendingar osv. (føroyskt, enskt)
- Lívið í Føroyum: “Spurnaløta við Mirandu” (føroyskt, enskt)
- Norden: Norðurlandamál við rótum og fótum – Norðurlendsk mál í fortíð og nútíð (føroyskt, danskt, íslendskt, norskt, svenskt)
- Forum om Føroyar på de nordiska mál (tyskt, føroyskt)
- The World Factbook: Faroe Islands (enskt)
- Landsbanki Føroya: Information Memorandum (2008) (enskt)
- Føroysk frímerki
- Flickr myndir Erik Christensen (enskt, føroyskt, danskt)
- Flickr - Faroe Islands Nature and People
- Flickr - Faroe Islands
- Faroeislands.com
[rætta] Keldur
- ↑ http://www.tinganes.fo/Default.aspx?ID=219
- ↑ https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html
- ↑ CIA World Factbook, Føroyar
- ↑ Hagstova Føroya, Fiskiskapur
- ↑ http://www.demokratia.fo/print.asp?id=2733
- ↑ Hagstova Føroya
- ↑ http://www.dnag.dk/get.file?ID=2783
- ↑ Landsfólkayvirlitið, Føroya Stiftsstjórn.
- ↑ ANSO
- ↑ http://aktuelt.dev.mashema.com/grein/nu_kunnu_samkynd_attleida_i_danmark
- ↑ http://www.portal.fo/index.php?lg=74713&rss=1
- ↑ ANORDNING NR. 240 FRÁ 30. APRIL 2002 OM IKRAFTTRÆDEN FOR FÆRØERNE AF LOV OM AFGRÆNSNING AF SØTERRITORIET
|
|
|
|---|---|
| Borðoy | Eysturoy | Fugloy | Hestur | Kalsoy | Koltur | Kunoy | Lítla Dímun | Mykines | Nólsoy | Sandoy | Skúvoy | Stóra Dímun | Streymoy | Suðuroy | Svínoy | Vágar | Viðoy |
| Norðurlond | ||
| Áland | Danmark | Finnland | Føroyar | Grønland | Ísland | Noreg | Svøríki | ||
| Lond í Evropa |
| Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland | Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Letland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg | Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið |
| Sjálvstýrandi øki: Akrotiri and Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man | |
| 1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum. |
| Útnorðurráðið |